Greitt tap móti B36

20. juni 2021

EB/Streymur og B36 leiktu leygardagin Betrideildar- og stevnudyst í Hólmanum á Eiði. Sum úrslitini seinastu tíðina hava lagað seg hjá hesum báðum liðunum, so var torført frammanundan at vita hvat man skuldi vænta av dystargongdini.

Bæði liðini royndu frá fyrsta bríksli at seta seg á dystin, og fyrstu 20 minuttirnar hevði heimaliðið leikliga yvirvág, uttan at hetta tó førdi til teir heilt stóru málmøguleikarnar. Eftir hetta kom B36 betri við, og tá hálvur tími var leiktur løgdu teir seg á odda. Høgri vongur rak til baklinjuna og legði ein høgan bólt upp um verju og málmann hjá EB/Streymi og til aftaru stong, har Hugin Samuelsen kundi skalla hann í málið.

Støðan var 0-1 í hálvleikinum, og í fyrsta álopinum í seinna hálvleiki eydnaðist tað Hannesi Agnarsson at økja til 0-2. 63 minuttir inni í dystinum fekk Hugin mál fyri aðru ferð, og løtu seinni var tað Benjamin Heinesen, ið staðfesti greiða sigurin á EB/Streymi. Eftir dystin fekk B36 handað steyp, tí talan var um stevnudyst á Sundalagsstevnu.

Í fyrstani tóktist okkara lið hava stórt áræði og flutti leikarar fram á vøllin at taka duellirnar har, og stundum enntá ørkymla B36 liðið. Í takt við at málini skolaðu inn, ernaðust B36 leikararnir og okkara leikarar høvdu truplar umstøður at venda dystinum sum frá leið.

Úrslitini hetta vikuskiftið lagaðu seg soleiðis, at topp 5 vunnu dystirnar móti botn 5. Sostatt varð eingin broyting í innahýsis kappingini í ávikavist toppi og botni. Tó tykist kappingin aftur í ár skrædna á miðjuni og fara í tvíningar.

Næsti dystur er í Trongisvági móti TB á jóansøku. Til ta uppgávuna skulu okkara vera púra klárir, at vinna sær nøkur stig í kappingini um plássini í miðuni á Betrideildini. Eftir jóansøku verður summarsteðgur í ein góðan mánaða.

Drívið á!


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023