Stevnudystir um vikuskiftið

17. juni 2021

Hóast Sundalagsstevnan 2021 er avlýst, og kappróðurin er fluttur út á Skálafjørðin, so velja vit at halda fast í, at allir heimadystir hjá EB/Streymi hetta komandi vikuskiftið eru at rokna sum stevnudystir. Hetta merkir, at vinnararnir fá steyp til ognar, sum Eiðis og Sunda kommunur hava latið. Stendur á jøvnum aftaná vanliga leiktíð, verður brotssparkskapping fyri at finna ein vinnara.

Dystirnir eru:

18/6 kl. 19.00 1. deild M Margáir EB/Streymur - HB
19/6 kl. 15.00 3. deild M Eiði EB/Streymur A - FC Hoyvík
19/6 kl. 17.00 3. deild M Margáir EB/Streymur B - HB
19/6 kl. 19.00 Betri menn Eiði EB/Streymur - B36
20/6 kl. 16.00 1. deild K Margáir EB/Streymur/Skála - B36
22/6 kl. 20.00 Gentur u15 Margáir EB/Streymur - HB

Myndin omanfyri er av U15 gentum, tá tær vunnu steyp á Sundalagsstevnu í fjør.

 


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023