EB/Streymur - HB 0-1

13. mai 2021

EB/Streymur og HB leiktu Kristi himmalsferðardag í Hólmanum á Eiði. HB fekk eitt mál fyrsta korterið, og hetta var munurin, tá saman um kom. HB stýrdi tí mesta við bóltinum, serliga í fyrra hálvleiki. EB/Streymur stóð í 5-4-1 formatión og vóru raskir at demma upp fyri. HB hevur eitt gott lið, hóast teir spardu nakrar stórar kanónir til henda dystin.

Mikkel Dahl skoraði avgerandi málið aftaná 10 minuttir, eftir at Stefan Radosavljevic var sloppin at reka dekan ov tætt at okkara máli. Nú mundu summi vænta skrædl, men fleiri mál komu ikki, hóast møguleikar vóru til meira.

HB leikarar hildu at støðan var 2-0 til HB tá ið umleið 65 minuttir vóru leiktir, men dómarin kolldømdi málið. Bólturin varð givin upp og fleiri EB/Streymaleikarar høvdu beina kós á HB málið. Teitur Gestsson var einsamallur á HB hálvuni, HB leikarar runnu væl aftur at pressa Ronni Møller-Iversen, sum sendi bóltin fram við málinum. Jákup Martin Joensen, venjari helt at vit áttu at havt skorað upp á tann kjansin og kanska onkran annan við.

Mikkel Dahl og Michal Przybylski høvdu aðrar royndir á EB/Streymamálið. Annars var Rói Zachariasen í málinum raskur at taka sær av innleggum og øðrum, tá ið boð vóru eftir honum. Hann varð væl hjálptur av verjupartinum, sum ofta stóð stinnur. Hjalti K. Djurhuus, áðurnevndi Ronni og Arnbjørn Hansen komu á vøllin í seinna hálvleiki, og tað sást á øllum brøgdum, at HB liðið var meiri varið at leypa á við nógvum fólki.

Vit stillaðu upp frá byrjan við trímans miðverju: Árni G. Olsen, Andras Olsen og Mikkjal Hellisá. Vongverjar vóru Ragnar Danielsen og Ári Arge. Miðjuna mannaðu Elias Moustage, Arnar Dam, Heðin Klakstein, Símun Sólheim, og Niklas var í álopinum. 

EB/Streymur fekk fleiri deyðbóltar frammaliga á vøllinum seint í dystinum, og tað var um reppið at tað alvorliga vandamikið. Tað hevði verið stuttligt at fingið eitt mál ella bæði tvey. HB kundi eisini fingið fleiri mál, og vit taka nógv gott við til næsta dyst, sunnudagin móti ÍF í Fuglafirði. Drívið á!


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023