Mistu á stokkinum í Trongisvági

10. mai 2021
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen

Sunnudagin leiktu TB og EB/Streymur við Stórá í 9. umfari í landskappingini hjá monnum. Nakrir EB/Streymafjepparar høvdu leitað sær suður. Dysturin endaði javnur 1-1. Dysturin var millum lið nummar 6 og 10 í deildini. Spælið var kanska har eftir, men liðini arbeiddu hart.

TB byrjaði betur, fingu fleiri støður og kjansir. Teir høvdu undanvind í fyrra hálvleiki, meðan EB/Streymur hevði vindin undan í seinna hálvleiki. Onkuntíð lógu rímiliga lættar avleveringar illa hjá okkum, og tískil mistu vit óneyðugar bóltar, og harvið fekk TB lagt meira trýst á.

Í seinna hálvleiki komu Hans Pauli Samuelsen og Arnbjørn Hansen inn og effektin sást eftir 75 minuttir, tá Hans Pauli snúraði bóltin upp í málhornið við frálíkum langskoti. So var útiliðið á odda, og tað var um reppið, at støðan gjørdist 2-0 til EB/Streym. Arnbjørn fekk eina sending inn um TB verjuna og prikaði bóltin í málið, men tað varð dømt fyri rangstøðu.

TB vildi ikki gevast við at trýsta EB/Streym, og teir fingu løn fyri stríðið í 87. minutti, tá teir sendu eitt fríspark inn í brotsteigin, og vit vóru óhepnir at beina bóltin í egið mál. 1-1 gjørdist eisini endaliga úrslitið, hóast liðini hvør í sínum lagi royndu at avgera dystin til endans.

Vit sita við kensluni av, at EB/Streymur á einum góðum degi hevur evnini at spæla heldur frægari. TB við Stórá er tó avgjørt ikki nakar lættur dystur. Næsti dystur er Kristi himmalsferðardag á heimavølli móti HB.


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023