Tryggur steypasigur á Toftum

20. apríl 2021

Fyrsta umfar í steypakappingini varð leikt sunnudagin, og EB/Streymur hevði útivøll ímóti B68 á Svangaskarði. Okkara stýrdu spælinum meginpartin av dystinum og komu fram til fleiri góðar støður á hálvuni hjá B68 og høvdu fleiri málkjansir. Norski málverjin, sum var aftur í B68 málinum, hevði fleiri góðar bjargingar og onkuntíð komu verjuspælarar honum til hjálpar og bjargaðu á strikuni.

Úrslitið var, at EB/Streymur vann dystin 2-1. Fyrra málið hjá EB/Streymi setti Árni G. Olsen í netið við stútara tætt undir málinum eftir hornaspark. Hálvleiksstøðan var 1-0, og tá tíggju minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki varð Símun Sólheim, sum ikki einaferð sendur avstað í vinstra borði, har hann kom í ein-móti-einum støðu við unga miðverjan Jákup R. Højgaard, sum varð noyddur at taka beini undan fótfima Sólheim, og dómarin Kári á Høvdanum var ivaleysur og dømdi brotsspark. Hesaferð varð Niklas Kruse settur at skjóta, og hann setti brotssparkið trygt í netið, tá hann sendi málverjan skeiva vegin.

Nakað av tí seinasta, ið hendi í dystinum var, at 10'arin hjá B68 fekk brotsspark, og við hesum minkaði hann um munin til 1-2. Hetta var sjeynda málið hjá B68 í ár - og tað fimta, sum verður skorað við brotssparki. Leiðslan hjá EB/Streymi varð tó ikki av álvara hótt. Tískil vunnu vit okkum víðari í kappingini um Løgmanssteypið, har mótstøðuliðið í fjórðingsfinaluni er B36 á heimavølli. Hinar fjórðingsfinalurnar, sum allar eftir ætlan verða leiktar 30. mai eru B71-HB, ÍF-Víkingur og NSÍ-07Vestur.

Samanumtikið var avrikið gott á Toftum. Vit vóru nógv á bóltinum, broderaðu okkum frameftir við smáspæli og stundum meira direkta spæl. Verjuspælið var góðtikið. Toftamenn skaptu onkrar støður og kjansir, men vóru sum heild tannleysir samanborið við dystin á Eiði mikukvøldið. Tað tóktist sum Rói Zachariasen saman við verjuni allatíð hevði tamarhald á støðuni.

Næsti dystur hjá EB/Streymi verður flaggdagin á útivølli móti B36. Drívið á!


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023