3-2 sigur móti B68

16. apríl 2021
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen

Mikukvøldið spældu EB/Streymur í Betri deildini. Úrslitið varð flestum kunnugt 3-2 til EB/Streym. Hálvleiksstøðan var 2-0. Símun Sólheim fekk tvey tey fyrstu málini hjá okkum, og Árni Grunnveit Olsen setti triðja málið inn við brotssparki.

B68 vóru ikki at kimsa at og vóru væl við. Teir pressaðu EB/Streym, kanska serliga í seinna hálvleiki. EB/Streymaskútan sigldi tó ímillum skerini og fekk fulla úrtøku fyri fyrstu ferð í ár. Liðið mikukvøldið minti um uppstillingar undanfarnar dystir. Niklas byrjaði á høgra vongi, og hann varð feldur, so at vit fingu brotsspark. Arnbjørn Hansen fekk eina løtu á vøllinum, sum fremsti maður og stundum sum miðverji. Hinir, ið fingu innhopp vóru Heðin Klakstein og Ragnar Danielsen.

Sonn frøi var á viðhaldsfólkum okkara eftir dystin, tí spenningurin hevði verið øgiligur. Takið tey góðu aspektini við víðari í lands- og steypakapping. Drívið á!


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023