Tap ímóti KÍ

11. apríl 2021

Í kvøld leiktu KÍ og EB/Streymur í Klaksvík, og oddaliðið fór avstað við sigrinum. Úrslitið gjørdist 3-0, eftir at hálvleiksstøðan var 2-0.

Okkara leikarar stóðu fyri tað allar mesta væl á vøllinum og komu eisini fram til fleiri støður og kjansir, men neyðuga hepnið var ikki við okkum í álopsstøðu. Tvey av málunum, sum KÍ skoraði vóru eisini heldur keðilig frá EB/Streyma-sjónarhorninum. Tað skal sigast, at vit møttu einum væluppløgdum KÍ-liði, sum er á odda í Betri deildini higartil.

Páll Klettskarð var tvær ferðir á blettinum móti okkum, og hann er nú metmálslúkur í KÍ. Hitt málið fekk Árni Frederiksberg við skoti útifrá, sum smeyg sær upp um Róa í málinum. Vit kunnu iðra okkum um mistøk í tveimum av trimum málum, og KÍ viðhaldsfólk tóku soleiðis til í seinna hálvleiki, at EB/Streymur tá mundi havt spart sær støður og kjansir saman til at fáa okkurt málið, men inn vildi bólturin ikki. Leikararnir arbeiða hart og tað skal nokk fara at lukkast at skava stig saman við hetta lag.

Næsti dystur verður ímóti B68 á Eiði, og fáar dagar seinni møtast somu lið á Svangaskarði í kappingini um Løgmanssteypið. Vit taka tær góðu taktirnar við okkum til næstu uppgávurnar og dríva á!


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023