Eitt stig heima ímóti ÍF

06. mars 2021

Í dag, 6. mars kl. 15.00 fór bólturin á rull aftur í Betri deildini. EB/Streymur og ÍF spældu javnt 1-1.

Stutt sagt byrjaði EB/Streymur væl við at hava bóltin nógv á ÍF-hálvuni, men hóast hetta fekk ÍF fyrsta málið í dystinum, tá umleið 40 minuttir vóru leiktir. Uros Stojanov stóð á rætta stað og stýrdi bóltinum inn við handaru stong. 0-1. Í hesi støðuni fekk málverji okkara Rói Zachariasen fekk ein snudd í støðuni, tá hann rakti stongina við høvdinum. Snuddurin var so mikið álvarsligur, at hann bleiv útskiftur í hálvleikinum og frá byrjan av seinna hálvleiki var tað so Jóanes Davidsen, ið vardi málið hjá EB/Streymi.

Spælið var merkt av, at ÍF var á odda. Okkara leikarar vóru nógv á bóltinum og royndu at spæla seg fríar. Til tíðir manglaði broddur ella hædd í álopinum, hóast vengur og álopsleikarar vóru raskir.

Tá ið 10 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini fekk EB/Streymur mál. Tað var Ronni Møller-Iversen, ið átti síðsta fót á eftir væl spælt álop. 1-1.

Ta seinastu løtuna, í yvirtíðini, fór EB/Streymur í álop. Tað endaði við brotssparki til EB/Streym, og Ronni varð settur at skjóta. Tíverri fór bólturin ikki inn, og so endaði tað við javnleiki.

Samanumtikið var talan um ein dyst sum kundi verið farin báðar vegir. Sum kunnugt er týdningarmikið at skora í teimum góðu leikligu periodunum; annars er tað ofta mótstøðuliðið, ið ger sær dælt.

Í mun til liðið í fjør eru nakrir nýggir leikarar komnir til felagið. Ári Arge var á vinstra bakki, Elias Moustage var á miðjuni, og í framrættaða partinum vóru Heðin Klakstein og Ronni Møller-Iversen. Hesir verða spennandi at fylgja á liðnum. Annars var Rói Zachariasen í mál frá byrjan; Niklas Kruse, Mikkjal Hellisá og Andras Olsen í verjuni; Hjalti Djurhuus, Símun Sóleim, Tóki Johannesen inni frá byrjan. Jóannes Davidsen, Gutti Dahl Olsen og Árni G. Olsen komu inn.

Næsti dystur verður sunnudagin 14. mars heima í Hólmanum á Eiði móti Víkingi. Drívið á!


Seinastu tíðindi

Tryggur steypasigur á Toftum
19.04.2021
3-2 sigur móti B68
16.04.2021
1. deild vann móti B36
13.04.2021
Tap ímóti KÍ
11.04.2021
Málleyst móti Víkingi
14.03.2021