Áskoðaraviðurskifti í Hólmanum - korona-tilmæli 2021

05. mars 2021

Fyrsti dysturin í Betrideildini verður á Eiði leygardagin kl. 15 millum EB/Streym og ÍF. Og hóast ongin koronusmitta er í landinum í løtuni, so skulu avmarkingar gerast fyri at forða møguligari smittuspjaðing.

Eftir tilmæli frá FSF og Koronuráðgevingini er áskoðaraskýlið býtt soleiðis upp, at ikki meira enn 100 fólk sleppa inn í hvørt øki A, B og C. Økini eru skild frá hvørjum øðrum við girðingum (gular strikur á myndini).

Atgongumerki verða seld við inngongd til einstøku økini. Tey, sum hava árskort til EB/Streymadystir ella fríkort skulu vísa kortið, og fáa so eitt atgongumerki til viðkomandi øki. 

Um sitiplássini verða brúkt, skal onnurhvør rekkja vera tóm. Til ber sjálvandi at sita í bólkum saman við fólki, sum man allíkavæl er saman við til dagligt. Tað verður tó mælt til, at eitt tómt setur er ímillum einstøku bólkarnar.

Øki A: Atgongd sunnanfyri húsið (nr. 1). Vesi er inni í gongini á ovaru hædd í húsinum

Øki B: Atgongd norðanfyri húsið (nr. 2). Vesi er í norðara enda á ovaru hædd.

Øki C: Atgongd tvørtur við girðingini frammanfyri áskoðaraplássini (nr. 3). Vesi er inni í gongini á niðaru hædd í húsinum.

Harumframt er pláss fyri nøkrum bilum tvørtur við norðara enda av vøllinum. Vesi til hesi er á niðaru hædd í húsinum. 

Tað ber eisini til hjá nógvum fólki at standa kring vøllin – í tryggari frástøðu – eitt nú á eystaru síðu (mótsattu megin sum húsið).

Áskoðarar mugu ikki ferðast ímillum økini. Tá fólk eru komin inn verða myndir tiknar av einstøku økjunum, so til ber at eyðmerkja hvørjir áskoðarar eru hvar, um neyðugt verður at smittuspora.

Kaffisøla er í hvørjum av økjunum, so fólk ikki ‘ganga ímillum’.

Hondspritt er tøkt við hvørja inngongd og á vesum. Annars mæla vit til, at almennu tilmælini um reinføri og frástøðu verða hildin. 

Fólk sum hava sjúkueyðkenni, ella ivast í um tey hava sjúkueyðkenni skulu ikki koma til dyst. Sjúkueyðkenni kunnu vera fepur, ilt í hálsinum, hosti og trongd.

Koronutilmælini hjá Fótbóltssambandinum síggjast her: Koronareglur til áskoðararnar


Seinastu tíðindi

Tryggur steypasigur á Toftum
19.04.2021
3-2 sigur móti B68
16.04.2021
1. deild vann móti B36
13.04.2021
Tap ímóti KÍ
11.04.2021
Málleyst móti Víkingi
14.03.2021