Gøtumenn halda fram

20. desember 2020

EB/Streymur hevur í dag gjørt sáttmála við Fannhard Skoradal og Magnus Jarnskor, so teir eisini vera í EB/Streymi í 2021.

Tað verður 3 árið hjá Magnusi í blá-svørtum, har hann higartil hevur spælt 32 dystir á fyrstaliði og skotið 1 mál.

Fannhard spældi 7 dystir við EB/Streymi fyrru helvt av júst farna kappingarári, men flutti í summar til Danmarkar í útbúgvingarørindum. Av ymiskum orsøkum, millum annað korona, so blivu hvørki útbúgvingin ella fótbóltskarrieran í Aalborg Chang sum ætlað, og 22 ára gamli gøtumaðurin er tí fluttur aftur til Føroya.

Vit ynskja Magnusi og Fannhardi tillukku við sáttmálunum og góða eydnu.


Seinastu tíðindi

Ári Arge til EB/Streym
25.01.2021
Petur Z heldur eisini fram
21.01.2021
Elias Gilstón El Moustage til EB/Streym
19.01.2021
Símun Eliasen venur kvinnurnar
18.01.2021
Jan Dam verður venjari hjá 1. deild
15.01.2021