Eitt stig í Fuglafirði

27. september 2020

Í dag leikti EB/Streymur móti ÍF í Betri-deildini.

Tá ið av tornaði, endaði tað við 1-1 javnleiki. Dysturin kundi verið farin báðar vegir, men kanska tykist javnleikur at endurspegla dystin nøkulunda. Við hesum dystinum og hinum, ið vórðu spældir hetta umfarið liggur EB/Streymur á sjeynda plássi við 20 stigum; í hølunum á ÍF, sum hevur 22 stig. TB hevur 14 stig á áttanda plássi, so okkara fokus má vera at royna at vinna sætta plássið, hóast hetta verður trupult. Okkara hava 5 dystir eftir, har teir báðir næstu dystirnir eru truplir (B36 heima og KÍ úti), meðan tríggir teir seinastu eru ímóti liðum í niðaru helvt. Tey mugu ikki undirmetast, serliga tí tey ætla sær at bíta frá sær ímóti endanum av kappingini, fyri at sleppa úr botninum.

Hjá EB/Streymi í dag var Rói Zachariasen í mál. Árni G. Olsen, Andras Olsen, Mikkjal Hellisá og Ragnar Danielsen mannaðu verjuketuna. Bárður og Rói Olsen vóru á miðjuni saman við Hjalta K. Djurhuus, og Símun Sólheim, Tóki Johannesen og Niklas Kruse mannaðu vengur og álop. Menn kempaðu nógv og við einum sindri av hepni og presisión kundi úrslitið blivið heilt stuttligt í dag. Arnbjørn Hansen, Gutti Dahl Olsen og Bjarki Zachariasen vórðu skiftir inn í dag.

EB/Streymur legði fyri í dag við fullari ferð og fekk fleiri støður í fyrstu minuttunum, og kjansir til Símun og Tóka. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki royndi Hjalti seg eisini, men inn vildi bólturin ikki. Áðrenn steðgin hendi tað, ið ofta hendir tá ið annað liðið hevur havt spæl og kjansir, men ikki tikið av; nemliga at hitt liðið fær EIN kjans og skorar. Bólturin varð spældur út í høgru álopssíðuna hjá ÍF, og Sjúrður Pauli sendi innfyri til Hans Jákup Lervig, sum skoraði trygt til 1-0. Tað var hugstoytt, tá EB/Streymur hevði sæð út til at hava hildið ÍF burtur frá tí heilt stóra.

Í seinna hálvleiki varð Arnbjørn skiftur inn í álopið frá byrjan. Roynt varð at stýra spælinum í seinna hálvleiki og at fáa hol á málskjótingina. Av og á spældu leikararnir meira kort enn at hugsavna seg um flott fótbóltsspæl.

ÍF lúrdi í kontrastøðu, og Uros fekk ein góðan kjans, tá smáir 80 minuttir vóru leiktir. Mál spurdist ikki burtur úr, og løtu seinni vísti Arnbjørn klassa, tá hann tók eitt trekk framvið verjuleikaranum og á brotsteigarmarkinum varð feldur. Dómarin bríkslaði fyri frísparki og gav Hákuni gula kortið. Frísparkinum tók Bárður Olsen sær av, og meistarliga smekkaði hann bóltin upp í málhornið við handaru stong. Múrurin tóktist verja fremru stong, og málverjin hjá ÍF mundi vænta ein annan variant frá Bárði, sum frammanundan í dystinum nakrar ferðir hevði skotið dygst framvið úr umleið 20 metrum.

1-1, og nú var tíðin so smátt við at vera runnin undan. Liðini fingu tó hvør sín kjans afturat, men hepnið var ikki við royndunum hjá okkara Hjalta og Karl hjá ÍF.

Tá flestu av leikarunum hjá EB/Streymi eru nakað ungir og hava tíðina fyri sær, er kærkomið at hava rutineraðar kreftir sum Bárð og Arnbjørn á liðnum, sum bæði á vøllinum og uttanfyri kunnu ganga á odda og kanska læra hinar nøkur snildi.

Sunnudagin 4. oktobur verður dystur við Margáir, og tá verður tað B36, ið leggur leiðina norður í Sundalagið. Teir eru sterkir og hava spælt seg víðari í Europa Leaugue kappingini fleiri ferðir í ár, so tað verður ein trupul uppgáva. Eftir hetta umfarið spælir landsliðið tríggjar dystir; vinardyst móti Danmark og tveir dystir í Nations League. Drívið á, EB/Streymur!


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023