Takk fyri stuðulin

09. september 2020

Ársins stuðulsrenning var við Margáir í gjár.

Hóast veðrið ikki var av tí besta - eitt sindur vátt, og nakað av vindi - so vóru nógv fólk møtt upp til tiltakið.

Klokkan 17 fóru leikararnir hugagóðir undir at renna, og ein hálvan tíma seinni vóru savnaðar inn 62.189 krónur. Eitt sera gott úrslit, sum vit eru errin av og sera takksom fyri. 

Eftir renningin fingu børn og vaksin okkurt til matna, meðan talt varð saman, og gjørt varð upp hvør hevði runnið størstu upphæddina inn. Úrslitið var:

Nr. 1: Sára, U9 gentur
Nr. 2: Jóhan Pauli, U9 dreingir
Nr. 3: Olaf, U11 dreingir

Tað liðið, sum savnaði mest var U9 gentur, sum tí sleppur ein túr til Lorvíkar at bowla og eta.

Í hálvleikssteðginum í heimadystinum hjá Betri-liðnum móti Víkingi sunnudagin fáa hesir røsku rennararnir handað gávubrøv.


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023