EB/Streymur stuðlar Team Rynkeby

08. juli 2020

Sunnudagin vóru Rynkeby-súkklararnir á vitjan við Margáir. Skipað varð fyri einum súkklutúri fyri ‘rynkurnar’, har byrjað varð í Streymnesi og súkklað varð til Klaksvíkar og aftur til Streymnes. Við Margáir bjóðaði Sunda kommuna til móttøku, har røður vórðu hildnar og lagkøka og annað gott var á skránni. Myndin omanfyri er tikin á vøllinum við Margáir, tá tær røsku ‘rynkurnar’ komu aftur úr Klaksvík.

Team Rynkeby er eitt altjóða vælgerðarsúkklulið, sum hvørt summar súkklar til París við tí endamáli at savna inn pening til børn við krabbameini og teirra familjur. Vit kenna øll onkran, sum hevur verið raktur av álvarsligari sjúku, og tær avleiðingar, ið slíkt hevur fyri bæði tann sjúka og tey avvarandi, er nakað, sum tey flestu tíbetur bert kunnu ímynda sær – ikki minst tá talan er um børn.

Sum ítróttarfelag fáast vit nógv við at styrkja fysisku og mentalu vælveruna hjá børnum og ungum – men tá sjúka rakar koma vit til kort! Tí seta vit stóran prís uppá slíkar felagskapir sum Team Rynkeby, og vit vilja tí fegin geva okkara íkast til tað stóra og týdningarmikla arbeiði tey gera.

Vit hava tí avgjørt, at tær áskoðarainntøkur, sum koma inn til dystin í Betrideildini móti HB sunnudagin fara óskerdar til Team Rynkeby Føroyar. Vónandi møta tit fjølment til dystin, sum er sunnudagin kl. 19 við Margáir – um ikki annað fyri at stuðla einum góðum endamáli.


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023