Kvinnurnar vunnu sín fyrsta sigur

19. juni 2020

EB/Streymur/Skála - HB  2-1

Í dyrdarveðri í Hólmanum á Eiði fekk unga kvinnulið okkara í gjárkvøldið ársins fyrsta sigur, tá fimta umfar í kvinnudeldini var á skránni. Hetta var annar heimadystur hjá felagsliðnum; tann fyrri endaði 0-0 móti B36. Kvinnurnar hava sostatt enn ikki tapt á heimavølli.

Undan hesum kappingarárinum hevur EB/Streymur/Skála havt eina munandi frágongd av royndum leikarum, og liðið er í stóran mun mannað við U-18 leikarum. Árið í ár er tí at rokna sum eitt menningarár, har tær ungu ætlandi skulu læra frá teimum fáu royndu leikarunum. Og framgongdin er eyðsýnd. Longu í 3. dystinum eydnaðist at fáa stig ímóti B36 og í gjárkvøldið kom so fyrsti sigurin í 5. umfari.

Dysturin var javnur og í fyrra hálvleiki høvdu báðir partar onkrar hálvar møguleikar, sum tó einki spurdist burturúr. Hálvleiksstøðan var tí 0-0. Tá ein góður tími var farin eydnaðist fyri einaferð skyld hjá HB at bróta ígjøgnum okkara vinstru verjusíðu, og Julia Mortensen setti innleggið frá Elmi Isaksen í mál.

Okkara fullu tó ikki í fátt. Venjarin setti 15 ára gomlu Annu Katrinu Mikkelsen (mynd) á vøllin, og hon skuldi bert brúka 6 minuttir til at fáa javnvág í aftur. Lea Lisberg rak hegnisliga fram við fleiri leikarum og slapp til baklinjuna í vinstru síðu og sendi bóltin innfyri, og millum vinir og fíggindar fekk Anna Katrina prikað bóltin í mál til 1-1, og harvið skora sítt fyrsta mál í bestu deildini.

HB royndi at svara aftur, men hóttu ongantíð av álvara og seinastu løtuna var felagsliðið omaná við fleiri naskum royndum. Sum dysturin nærkaðist endanum høvdu tey flestu sligið seg til tols við javnleiki, men í seinasta álopinum fór Lea enn einaferð til stroks í vinstra borði og legði innfyri. Á vegnum rakti bólturin armin á einum HB-leikara, og dómarin var ivaleysur og dømdi brotsspark.

Liðskiparin Birna T. Mikkelsen tók ábyrgdina á seg og setti brotssparkið trygt í málið og 2-1 sigurin var ein sannroynd.

Frøðin var stór á leikarum, venjarum og áskoðarum, og sigurin hevur við sær, at okkara kvinnur eru væl við í kappingini í Betri deildini hjá kvinnum. Føroyameistararnir frá í fjør, KÍ hevur vunnið allar sínar dystir higartil, meðan hini liðini skiftast um at spenna bein fyri hvørjum øðrum. Støðan eftir 5 umfør er henda:

    Stig
1 15
2 NSÍ 6
3 B36 6
4 ÍF/Víkingur/B68 5
5 EB/Streymur/Skála 4
6 HB 3

 

Næsti heimadystur hjá kvinnunum er sunnudagin kl. 14 í Hólmanum á Eiði, har tær sum áður sagt enn ikki hava tapt í ár. Mótstøðuliðið er hitt felagsliðið í Eysturoynni, ÍF/Víkingur/B68, sum okkara fyri tveimum vikum síðani taptu tepurt 2-1 ímóti á útivølli.


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023