Haldið koronatilmæli

03. juni 2020

Sunnudagin er aftur heimadystur á skránni hjá Betri-liðnum við Margáir. Og aftur hesaferð verða ávísar avmarkingar í áskoðaraumstøðunum, á sama hátt sum teir báðar undanfarnu heimadystirnar.

Vit hava eftirmett tann máta, sum vit hava skipa áskoðaraviðurskiftini, og sum heild hevur hetta riggað væl. Tó tykist tað, at fólk ofta hava lyndi at standa og sita heldur nærri enn tann eina meturin, sum korona-tilmælini áseta.

Hetta er kanska ikki so løgið, nú eingin staðfest smitta er í landinum, men tað er ikki uttan orsøk, at korona-tilmælini eru sum tey eru. Í roynd og veru er tað ógjørligt at vita nær og hvar næsti smittutilburður kyknar, serliga nú landamørkini spakuliga verða latin uppaftur.

Vit fara tí at heita á øll um at taka hetta í álvara, og halda tey tilmæli sum eru um frástøðu og reinføri.


Seinastu tíðindi

Javnur dystur hóast 4-1 tap
19.09.2020
Beiskur biti eftir góðkent avrik
13.09.2020
Takk fyri stuðulin
09.09.2020
Lea Lisberg fingið landsliðsboð
07.09.2020
Stuðulsrenningin verður í morgin
07.09.2020