Varpa ljós á børn, ið eru horvin

25. mai 2020

Í dag er altjóða dagur fyri burturblivnum børnum.

Her hjá okkum er talið av børnum, ið blíva burtur rættiliga avmarkað, men í altjóða høpi er hetta ein sera stórur og álvarsligur trupulleiki.

Europeiski felagsskapurin fyri fótbóltsfeløg, ECA, og limafeløgini brúka tí henda dagin at varpa ljós á trupulleikan, serliga umvegis sosialu miðlarnar.

86 limafeløg hjá ECA – European Club Association – hava boðið sær til at brúka sínar sosialu miðlar tann 25. mai at deila videofilmar við børnum, sum í løtuni eru saknað. EB/Streymur tekur sjálvandi undir við hesum átaki.

Eitt slíkt átak frá EB/Streymi kann tykjast sum ein dropi í havinum, men eingin veit um tann eksponering, sum føroyskur fótbóltur í hesum døgum fær úti í heimi, kann vera við til at ávirka okkurt. Um okkara uppslag kann bøta um viðurskiftini hjá so mikið sum einum barni, so er tað ómakin vert!

https://www.ecaeurope.com/news/football-to-unite-to-support-international-missing-children-s-day-initiative/


Seinastu tíðindi

Fannhard gevst í EB/Streymi
09.08.2020
Eingir áskoðarar komandi umførini
05.08.2020
Tillukku við degnum, Sverri
02.08.2020
Sarita og Marita fingið landsliðsboð
28.07.2020
Kærkomin sigur og heimvendur leikari
28.07.2020