Byrja aftur móti HB

23. apríl 2020
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen

Leikskráin fyri Betri-deildina hjá monnum er nú kunngjørd, og tað er greitt, at okkara menn framvegis skulu spæla móti HB í fyrsta umfari. Tá kappingin upprunaliga skuldi fara í gongd tann 8. mars skuldi EB/Streymur havt spælt fyrsta dyst á heimavølli móti HB. Nú verður fyrsti dystur í staðin á útivølli móti HB tann 9. mai. Fyrsti heimadystur er í 2. umfari 17. mai, og hann er móti NSÍ.

Eftir tilmæli frá Fótbóltssambandinum verða dystirnir fyribils leiktir uttan áskoðarar, og hetta er eisini galdandi fyri møguligar venjingardystir, sum verða leiktir áðrenn landskappingin byrjar.

Dystarskráin hjá EB/Streymi er annars hendan. Heimadystir eru skrivaðir við tjúkkari skrift:

9. mai  HB - EB/Streymur
17. mai  EB/Streymur - NSÍ
23. mai  EB/Streymur - TB
28. mai  KÍ - EB/Streymur
1. juni  ÍF - EB/Streymur
7. juni  EB/Streymur - Skála
12. juni  EB/Streymur - B36
16. juni  AB - EB/Streymur
21. juni  EB/Streymur - Víkingur
28. juni  B36 - EB/Streymur
4. juli  NSÍ - EB/Streymur
8. juli  Løgmanssteypið 1/8-finala
12. juli  EB/Streymur - HB
27. juli  Skála - EB/Streymur
2. aug.  Víkingur - EB/Streymur
6. aug.  EB/Streymur - AB
16. aug.  TB - EB/Streymur
23. aug.  EB/Streymur - KÍ
28. aug.  EB/Streymur - ÍF
13. sep.  EB/Streymur - Víkingur
19. sep.  NSÍ - EB/Streymur
23. sep.  EB/Streymur - HB
27. sep.  ÍF - EB/Streymur
3. okt.  EB/Streymur - B36
18. okt.  KÍ - EB/Streymur
25. okt.  EB/Streymur - TB
1. nov.  EB/Streymur - Skála
7. nov.  AB - EB/Streymur


Seinastu tíðindi

Væl eydnað fiskikapping
05.07.2020
Heimadystir og lutaseðlasøla
20.06.2020
Kvinnurnar vunnu sín fyrsta sigur
19.06.2020
EB/Streymur sett nýggjan høvuðsungdómsvenjara
05.06.2020
EB/Streymur styrkir hópin
03.06.2020