Poul heldur eisini fram

30. januar 2020

EB/Streymur hevur í dag longt sáttmálan við Poul Grunnveit Olsen.

Poul, sum er 29 ára gamal, spældi sín fyrsta dyst í bestu deildini í 2010 og síðani er tað blivið til 93 dystir og 3 mál á fyrstaliði. Í fjør var Poul í byrjunaruppstillingini í øllum uttan trimum dystum, og varð av mongum mettur at vera ársins leikari hjá EB/Streymi.

Poul kann spæla fleiri ymisk pláss í verjuni og á miðvøllinum, og hann fer við sínum drúgvu royndum uttan iva at styrkja um verjupartin hjá EB/Streymi í ár.

Vit ynskja Poul og EB/Streymi tillukku við sáttmálanum, og vit gleða okkum til bólturin av álvara fer á rull.


Seinastu tíðindi

Tilmelding 2020
28.05.2020
Varpa ljós á børn, ið eru horvin
25.05.2020
Ungur nemur, gamal fremur
24.05.2020
EB/Streymur – NSÍ - Áskoðaraviðurskifti
16.05.2020
Stuðla EB/Streymi við einum atgongumerki
07.05.2020