Egil tekur sær av 2. deild

24. januar 2020

EB/Streymur hevur gjørt avtalu við Egil á Bø, um at taka sær av næstbesta mansliði felagsins, sum í ár spælir í 2. deild. 

Egil er ein kendur maður í føroyskum fótbólti, har hann hevur spælt yvir 500 dystir í lands- og steypakappingum - nógv teir flestu fyri EB/Streym, men eisini nakrar fyri B36, ÍF og NSÍ. Harumframt hevur hann spælt 17 Evropa Cup dystir og 14 A-landsdystir.

Egil hevur drúgvar royndir sum venjari í ymsum samanhangum, og hevur millum annað verið hjálparvenjari hjá onkrum yngri landsliðum.

Afturat sær í venjaratoyminum hevur Egil fingið Óla Ejdesgaard sum leikandi hjálparvenjara. Óli er ein kendur maður í EB/Streymi, og hann hevur í fleiri ár verið knýttur at venjaratoyminum hjá kvinnuliðnum hjá EB/Streymi/Skála, millum annað tá tær tvey ár á rað vunnu greipuna.

Venjingin hjá 2. deild byrjar væntandi mánakvøldið 3. februar.

Vit ynskja Egili og Óla góða eydnu í komandi avbjóðingum.


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023