Hjalti er EB/Streymari

14. januar 2020

EB/Streymur hevur í dag gjørt sáttmála við 21 ára gamla Hjalta K. Djurhuus fyri kappingarárið 2020.

Hjalti, sum er uppvaksin í HB, har hann millum annað hevur spælt 17 dystir á besta liðnum, kann brúkast á fleiri plássum í verjuni og á miðvøllinum. Hann verður væntandi ein góður styrkur í verjupartinum hjá okkum.

Vit ynskja Hjalta hjartaliga væl komnan og góða eydnu í blá-svarta búnanum.

 


Seinastu tíðindi

Árni heldur eisini fram
26.01.2020
Ein Magnus afturat í hópin
25.01.2020
Egil tekur sær av 2. deild
24.01.2020
Bjarki er EB/Streymari
22.01.2020
Aðalfundur
20.01.2020