Arnbjørn fær nýggjan leiklut

17. desember 2019

EB/Streymur hevur í kvøld gjørt sáttmála við klubb-legenduna Arnbjørn Hansen fyri komandi kappingarár.

Umframt at vera leikari verður Arnbjørn komandi ár eisini partur av venjaratoyminum hjá Betri-liðnum.

33 ára gamli áleyparin nýtist ikki stórvegis introduktión, men lat okkum allíkavæl taka samanum. Arnbjørn spældi sín fyrsta dyst í bestu deildini í 2004, og burtursæð frá einum stuttum steðgi í HB í 2015-16, so hevur hann verið fastur fúsur á besta-liði hjá EB/Streymi síðani 2006. Hann hevur tilsamans spælt 271 dystir og skotið 152 mál í fremstu føroysku deildini, og hann er harvið nr. 3 á ‘all-time’ toppskjútta-listanum, eitt mál aftanfyri Jákup á Borg, sum er nr. 2. (Tað skal fyri ein ordans skuld sigast, at Jákup hevur spælt 392 dystir)

Arnbjørn hevur harumframt skotið hópin av málum í steypakappingini og trý í Evropa-kappingum. Sjey ferðir hevur Arnbjørn spælt steypafinalu og í fýra teirra hevur hann skorað. Tvær ferðir hevur hann verið tveymálsskjútti í finalum; í 3-2 sigrinum á B36 í 2008 og 3-0 sigrinum á ÍF í 2011.

Vit ynskja Arnbirni góða eydnu komandi ár, bæði við venjarastarvinum og málskjótingini.

#samanstandavitsterk


Seinastu tíðindi

Tilmelding 2020
28.05.2020
Varpa ljós á børn, ið eru horvin
25.05.2020
Ungur nemur, gamal fremur
24.05.2020
EB/Streymur – NSÍ - Áskoðaraviðurskifti
16.05.2020
Stuðla EB/Streymi við einum atgongumerki
07.05.2020