Andras hevur skriva undir

27. november 2019

24 ára gamli miðverjin úr Streymnesi hevur skriva undir nýggjan sáttmála fyri 2020.

Andras er uppvaksin í felagnum. Andras lekti sín fyrsta dyst fyri bestaliðið hjá EB/Streymi, í 1-1 javnleiki móti B36 á Tórvølli, í fyrsta umfari í 2015. Tilsamans hevur Andras leikt 91 dystir og skora 11 mál fyri bestaliðið hjá EB/Streymi.

Beint aðrenn kappingarárið 2019 fór í gongd, fekk Andras ein álvarsligan skaða í knæði, sum hevði við sær at hann sat uttanfyri alt kappingarárið. Nú er knæðið fríkst aftur og vit gleða okkum at síggja Andras aftur á vøllinum í 2020 og ynskja honum allar bestu eydnu.


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023