Víðopið í botninum eftir tap

05. august 2019
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen

Spælið var stundum á góðari leið ímóti tvøramonnum, men á síðsta triðinginum høvdu okkara menn alt ov torført við at skapa málmøguleikar. So endaði tað við enn einum tapi, og nú er tað av álvara við at gerast tætt í botnstríðnum

Spenningurin var stórur á heimaáskoðarunum í Hólmanum á Eiði í dag. Teir flestu av hesum mundu hekst síggja sær ein møguleika at vinna stig móti gestunum av Tvøroyri – kanska enn tá meira enn bert tað eina, sum so eisini hevði komið sera væl við eftir eina minni góða gongd seinastu tíðina.

Stigatalvan segði okkum eisini undan dystinum, at tað nú er vorðið heldur langt síðani, at EB/Streymur hevur vunnið sær fulla úrtøku. Ikki síðani 18. Apríl hevur EB/Streymur vunnið ein dyst, og m.a. hetta hevði við sær, at munurin niður til ÍF og AB niðanfyri á stigatalvuni ikki var serliga stórur undan dystinum.

TB skoraði tíðliga

Tað vóru okkara leikarar, sum byrjaðu dystin betri. EB/Streymur tóktist sterkari á bóltinum og stundum lógu okkara framvið frammi í brotsteiginum hjá TB.

Ta einu ferðina rak Steffan seg í góða støðu í vinstru inni í brotsteiginum, men hann var heldur spískur, tá hann royndi seg við skoti, sum málmaðurin hjá TB bjargaði. Tað hevði helst verið ein betri avgerð at roynt at sent bóltin inn fyri, men júst í hesi støðuni var at kalla eingin leikari við Steffan inni í brotsteiginum, so ungi áleyparin var noyddur at skjóta.

Løtu seinni spældu Rógvi og Arnar væl saman í vinstru síðu, sum endaði við, at Rógvi kom til baklinju í sera góðari støðu. Hesa ferð var nóg mikið av fólki í brotsteiginum, men eingin av okkara monnum megnaði at renna seg inn í flata innleggið, og tí spurdist einki burturúr.

Og so hendi tað, sum ikki skuldi henda. Okkara høvdu verið hampiliga greitt oman á fyrstu løtuna, men so fekk TB fríspark í góðari støðu. Hetta bleiv sent inn í brotsteigin, og har stóð Ndende púra leysur við aftaru stong og kundi skorað helst eitt av sínum lættasta málum yvirhøvur.

Málið hjá TB tøktist loypa ein ávísan hvøkk á leikararnar hjá EB/Streymi, sum mistu yvirtakið næstu løtuna. Hetta vardi tó bert eina løtu, tí spakiliga fingu okkara takið á dystinum aftur, men á síðsta triðinginum bleiv tað ongantíð vandamikið tað, ið eftir var av fyrra hálvleiki. TB sá heldur ikki út til at leggja tað heilt stóra í, at EB/Streymur hevði bóltin nógv, tí teir høvdu sum so ongar trupulleikar av at rudda burtur.

EB/Streymur stýrdi og TB skoraði

Frá byrjan av eftir steðgin setti EB/Streymur seg av álvara á dystin. Okkara menn høvdu bóltin nógv, meðan TB lá langt afturi á vøllinum og vardi. Hesa løtuna var tað óvanlig sjón at síggja TB framman fyri miðjuna, men eins og í pørtum av fyrra hálvleiki, so tóktust gestirnir ikki at leggja nakað serligt í, at okkara leikarar vóru nógv á bóltinum. Teir stóðu væl í verjustøðu, og teir vóru raskir at rudda innlegg, horna og annað burtur av vandaleið.

Sjálvt um EB/Streymur var sera nógv á bóltinum, so vóru okkara leikarar alt ov óneyvir á seinasta triðinginum. Kvaliteturin á avgerandi avleveringin ella driblingini var ikki góðar nokk, og tað mundi ikki vera ofta, at TB-verjan og málverjin av álvara føldu seg trýst.

Og meðan okkara sótu á spælinum og royndu at trýsta, so hendi tað, sum ikki mátti henda. TB fór í skjótt mótálop, og sjálvt um tað ikki av álvara tóktist at vera vandi á ferð, so eydnaðist tað John Villy Leo at vera fyrstur á einum innleggi, og hann sendi bóltin trygt í netið. TB hevði ikki havt nakran møguleika undan hesum í seinna hálvleiki, og tað var í roynd og veru ikki serliga ofta, at teir høvdu havt nakað etablerað spæl framman fyri miðjuna, men tá teir fingu møguleikanum, so tóku teir av.

Júst hetta var sera eyðkennandi fyri henda dystin. Gestirnir av Tvøroyri vóru kyniskari í báðum brotsteiginum, og hetta blivu teir løntir fyri við trimum stigum. Tí EB/Streymur megnaði nevniliga ongantíð av álvara at trýsta TB eftir seinna málið hjá gestunum, og so endaði tað tíverri við enn einum tapi.

Tað, ið so gjørdi tapið enn verri, var, at AB samstundis vann á Skála, so nú eru argjamenn bara eitt stig aftan fyri okkara, meðan ÍF nú er aftast við fýra stigum upp til okkara.

Næsti dystur verður um eina viku á útivølli móti B36.

Koyr á EB/Streym!


Seinastu tíðindi

Aðalfundurin heystið 2019
03.11.2019
Stórir møguleikar á gentusíðuni
03.09.2019
Enn eitt tepurt tap
27.08.2019
Kvinnurnar fingu javnleik
22.08.2019
STUÐULSRENNING
22.08.2019