Ov stuttir í fyrsta heimadystinum

17. mars 2019

Seinnapartin var ársins fyrsti heimadystur á skránni hjá betriliðnum við monnum, tá okkara tóku ímóti B36. Meðan okkara taptu í fyrstu royndini á útivølli við Løkin móti NSÍ, so hevði B36 fingið fulla úrtøku á heimavølli móti Skála, og undan dystinum mundi lítil ivi vera um, at gestirnir vóru favorittar.

Fyri okkara viðkomandi var fyrri hálvleikur einki serliga nógv at skriva heim um. Útgangsstøðið var rættiliga defensivt, og tað var frá byrjan av B36, sum var meiri á bóltinum. Sjálvt um B36 hevði bóltin meira, so var fyrsti hálvi tímin rættiliga spakur. B36 hevði torført við at skapa stórar møguleikar burtur úr yvirvágini í spælinum, og teir tóktust rættiliga leitandi hesa løtuna av dystinum.

Men hetta broyttist alt beint eftir hálva tíman. B36 fekk eitt fríspark stutt uttan fyri brotsteigin hjá EB/Streymi í vinstru síðu. Alex Mellemgaard legði bóltin inn í brotsteigin, har Brian Jacobsen púra ótarnaður slapp at skalla bóltin í máli.

 

Stórt B36-trýst

Málið tóktist av álvara at seta gongd á gestirnar. Okkara blivu nú trýstir í botn síðstu 10-15 minuttirnar av fyrra hálvleiki. Álopini skolaðu móti málinum hjá EB/Streymi, og í veruleikanum vóru okkara menn hepnir – ella gestirnir óhepnir – at leiðslan hjá B36 ikki var størri, tá farið var til hálvleiks. Teir høvdu nevniliga fleiri sera vandamiklar støðir inni í brotsteiginum, men síðsti neyvleikin manglaði, antin tó at avslutningarnir høvdu ov lítið av kvaliteti ella tí at avgerandi avleveringin var ov óneyv.

 

Góður seinni hálvleikur

Meðan útgangsstøðið hjá okkara monnum hevði verið sera defensivt í fyrra hálvleiki, so var støðan ein heilt onnur eftir steðgin. Nú komu leikararnir á vøllin við nógvari orku, og teir fóru langt niðan á vøllin at trýsta B36. Hetta tóktist at ørkymla gestirnir nakað, og spælið hjá B36 var ongantíð nær námind av at vera líka flótandi, sum tað hevði verið í fyrra hálvleiki.

Hóast hetta so vóru gestirnir enn sera vandamiklir í kontrafasuni, og knappar 10 minuttir eftir steðgin átti Árni Frederiksberg helst at havt økt um leiðsluna, tá hann eftir sera gott uppspæl og innlegg úr vinstru kom at standa púra leysur mitt fyri málið hjá EB/Streymi. Skallarin hjá honum var tó alt ov vánaligur og endaði beint á Róa í málinum.

Lítla løtu seinni var tað so okkara túrur ikki at hava hepnið við okkum. Eftir innlegg úr vinstru bleiv trunkaspæl inni í brotsteiginum hjá B36 og leysi bólturin endaði hjá Jónstein, sum smekkaði til. Bólturin brast í stongina og trillaði eftir linjuni hjá B36 framvið hinari stongina uttan at nakar fekk fótin á leysa bóltin.

Sjálvt um spælið hevði javnað seg nógv út, so vóru tað gestirnir, sum øktu eitt gott korter inn í seinna hálvleik. Aftur var tað nýggi áleyparin, Brian Jacobsen, sum var hægstur eftir eitt gott innlegg frá Árna Frederiksberg, og so var 2-0.

Nú sá einki út hjá okkara monnum, men spælið hevði verið á góðari leið eftir steðgin, og leikararnir hildu á fram at trúgva uppá møguleikan at koma aftur í aftur.

Liðið tóktist eisini at fáa eitt sindur meira av nýggjari orku, tá Magnus Jarnskor, Niklas Kruse og Arnbjørn Hansen komu á vøllin eftir stuttari løtu, og tann fyrsti av hesum átti uppleggið við einum góðum frísparki, tá Poul G. Olsen minkaði um munin 13 minuttir fyri leiklok.

EB/Streymur royndi at flyta nógv fólk fram á vøllin seinastu løtuna av dystinum, men okkara menn vóru ongantíð veruliga tætt við at fáa útjavnandi málið, sjálvt um teir royndu at trýsta.

B36 vann sostatt annan dystin á rað, meðan okkara enn eiga fyrsta stigið til góðar. Men taktirnar eftir steðgin vóru góðar, og vit vóna, at okkara leikarar kunnu byggja víðari á hetta.

 

EB/Streymur-B36 1-2 (0-1)

0-1: Brian Jakobsen, 33.

0-2: Brian Jakobsen, 63.

1-2: Poul Olsen, 77.

EB/Streymur: Rói Zachariasen – Poul G. Olsen, Árni G. Olsen, Petur Zachariasen – Ragnar Danielsen (Magnus Jarnskor, 58.) – Svein Knút Magnussen, Rógvi E. Nielsen, Gestur B. Dam – Jónstein Magnussen, Høgni Midjord (Niklas T. Kruse, 64.), Steffan Løkin (Arnbjørn Hansen, 70.)

Gul kort: Rógvi E. Nielsen


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023