Høgni Midjord til EB/Streym

25. februar 2019

28 ára gamli sandoyingurin Høgni Midjord hevur skriva undir ein eitt ára sáttmála við EB/Streym. Høgni er ein skjótur og tekniskur leikari, ið kann røkja øll tey fremstu plássini á vøllinum. Høgni hevur vant við okkum í vetur og leikt í øllum vinardystunum higartil. Vit eru glað fyri at hava fingi ein leikara sum Høgna í hópin.

Høgni er skrásettur fyri 121 dystir og 7 mál í Betri deildini.

Vit ynskja Høgna vælkomnan norður og allar bestu eydnu.

 


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023