Heilsufótbóltur

18. februar 2019

EB/Streymur hevur sjálvandi eisini heilsufótbólt.

Tíðirnar eru hesar:

Mánakvøld kl. 20:00 til 21:30 við Margáir

Hóskvøld kl. 20:00 til 21:30 á Eiði

Fyrsta venjingin verður mánakvøld 18. Februar 2019.

Samskipari er Sunniva Kollslíð tlf.291971

Um heilsufótbólt skrivar fótbóltsambandið soleiðis:

"Í samstarvi við Fróðskaparsetur Føroya, eru FSF og feløgini farin undir átakið "Heilsufótbóltur".

Endamálið er at fáa vaksin og tilkomin, bæði kvinnur og menn, at venja/spæla fótbólt eina til tríggjar ferðir um vikuna, og samstundis at bøta um fólkaheilsuna hjá luttakarunum.

- Nýggja gransking vísur, at fótbóltsspæl hevur gagnligari heilsu-árin og rakar breiðari enn renning, svimjing og venjing í heilsumiðstøðum. Í Danmark eru í dag meir enn 300 feløg, sum bjóða heilsufótbólt, og tað hevur verið ein lang sólskinssøga, har luttakararnir ikki bara bøta um heilsuna, men hava eisini góða og stuttliga sosiala samveru, sigur Magni Mohr, lektari á Fróðskaparsetri Føroya.

Ætlanin er at gera ymsar grundleggjandi mátingar av teimum, ið taka lut, fyri síðani at eftirmeta átakið.

Átakið "Heilsufótbóltur" verður skipað á tann hátt, at Fótbóltssamband Føroya útvegar feløgunum útbúna og venjingartilfar. Síðani skulu feløgini útvega vøll og ábyrgdarpersón, ið kann skipa fyri lættari venjingum. Heilsufótbóltur er ikki krevjandi venjingar, men vanligt spæla á tvey mál."


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023