Svein Knút til EB/Streym

29. januar 2019

19 ára gamli Svein Knút Magnussen hevur skrivað undir sáttmála fyri árið 2019.

Svein Knút er ein verjukendur leikari, ið kann røkja øll plássini í bak ketuni og eisini á defensiva miðvøllinum. Svein Knút er sonur Berg Magnussen, sum í 80inum og fyrru helvt av 90inum bumbaði mál in fyri Steym, B36, EB/Streym og føroyska landsliðið. Svein Knút flutti sum smádrongur til Danmarkar við familjuni, og seinni kom hann á talentliðið hjá Vejle Boldklub og fekk eisini landsliðsboð. Í 2014 og 2015 leikti hann 20 dystir fyri føroyska U17 landsliðið.

Vit ynskja Svein Knút vælkomnan til EB/Streym og allar bestu eydnu.


Seinastu tíðindi

Heilsufótbóltur
18.02.2019
Svein Knút til EB/Streym
29.01.2019
Steffan Løkin til EB/Streym
28.01.2019
Jens Michael Jensen leingir
26.01.2019
Aðalfundur 5. februar 2019
22.01.2019