Gestur heldur fram

16. januar 2019

Tað er við gleði at vit kunnu avdúka, at 24 ára gamli Gestur Bogason Dam, hevur skrivað undir ein eitt ára sáttmála við EB/Streym.

Gestur kom frá B36 aðrenn kappingarárið 2018 og var ein av týdningarmiklastu leikarunum hjá okkum í fjør. Hann kann spæla hvar sum helst á vøllinum, um tørvur er á tí. Men tað er sum miðvallari at hann trívist best.

Hann spældi 28 dystir fyri okkum í fjør og skoraði 3 mál. Gestur var, saman við málmanninum Róa, tann ið leikti flestar minuttir í fjør. Tilsamans hevur Gestur leikt 96 dystir í betrideildini og skora 10 mál.

 

Vit ynskja Gesti allar bestu eydnu í komandi kappingarárið.


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023