Jónstein heldur fram

11. januar 2019

28 ára gamli Jónstein Magnussen hevur skrivað undir sáttmála fyri 2019.

Bóltsnillingurin úr Tjørnuvík hevur verði inni í og rundan um hópin í fleiri ár, men tað var ikki fyrr enn í fjør, tá hann við 19 dystum, fekk sítt veruliga gjøgnumbrot á betriliðnum. Í 2011 leikti hann sín fyrsta dyst fyri betriliðið, tá hann bleiv skiftur inn fyri Hans Paula Samuelsen, í 3-0 sigrinum á NSÍ, í fjórðingsfinaluni, í kappingini um løgmanssteypið. Higartil er tað blivið til 39 dystir fyri betri liðið og 176 dystir fyri næstbesta liðið felagsins og tilsamans hevur hann skotið 70 mál.

Vit ynskja Jónsteini til lukku við sáttmálanum og allar bestu eydnu til komandi kappingarár.


Seinastu tíðindi

Góðkent avrik í keðiligum dysti
16.06.2019
Legendur í myndum
10.06.2019
Legendur móti ungum spírum
05.06.2019
Glottar at hóma í tapi
04.06.2019
Klæmint-uppvísing í stórtapi
20.05.2019