Oddur er nýggjur formaður

29. november 2018
  • f.v Ólavur, Torfinn, Rúni, Tonny, Beinta, Oddur, Dan, Kayo og Eyðfinnur

Aðalfundur hevur verði við Margáir í kvøld.

Oddur Ejdesgaard, Rúni Kruse, Ólavur Ejdesgaard og Dan Olsen halda fram í nevndini, meðan Torfinn Djurhuus, Árni Dam og formaðurin Brian Hansen stóðu fyri valið. Torfinn stillaði upp aftur meðan Brian hevur valt at steðga.

Nýggj fólk í nevndini eru Beinta Lisberg og Tonny Kruse. Tiltakslimir eru Kayo Sørensen og Eyðfinn Joensen.

Nevndin skipaði seg við Odduri sum formanni, Beintu sum næstformanni, Rúna sum kassameistara, Ólavur sum skrivara og nevndarlimir eru so Tonny, Torfinn og Dan.

Nevndin


Seinastu tíðindi

Kvinnurnar fingu javnleik
22.08.2019
STUÐULSRENNING
22.08.2019
Myndir frá dystinum í Gøtu
18.08.2019
Seinasti dysturin var heilt fínur
13.08.2019
Kundu fingið meira burturúr
11.08.2019