Tummas Erling Djurhuus verður hjálparvenjari

04. november 2018

Tað verður 44 ára gamli Tummas Erling Djurhuus, sum fer at hjálpa Jákup Martini við at venja EB/Streym komandi ár. Jákup Martin og Tummas hava seinastu trý árini verði makkarar í B36.

Tummas er kendur í felagnum og var hann venjari hjá 2. liðnum árini 2013-2014, har hann vandi fleiri av leikarunum, sum nú mynda besta liðið.

Umframt at venja EB/Streymur hevur Tummas verið venjari hjá FRAM, ÍF Føroyum, AB, NSÍ og B36.

 Vit ynskja Tummas væl afturkomnan í EB/Streym og gleða okkum til komandi kappingarár.


Seinastu tíðindi

Málmennirnir uppá pláss
19.01.2019
Gestur heldur fram
16.01.2019
Magnus Jarnskor til EB/Streym
13.01.2019
Jónstein heldur fram
11.01.2019
Árni G Olsen aftur í EB/Streymi
06.01.2019