EB/Streymur vann 2. deild

30. september 2018
  • EB/Streymur Føroyameistari í 2. deild | Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen

Eliesar og hansara menn leiktu í dag seinasta dyst í 2.deild í ár, frammanundan var liðið flutt upp og hevði somuleiðis tryggja sær fyrsta plássið. Dysturin í dag var í Fuglafirði móti ÍF. Dysturin endaði 4-2 til okkara menn.

EB/Streymur endaði sum sagt á fyrsta plássið, 6 stig framman fyri B36 sum somuleiðis flytur upp í 1.deild. Í teimun 18 dystunum hava vit skora ikki færri enn 79 mál, sum gevur eitt miðal uppá 4,4 mál hvønn dyst. Imponerandi.

Vit ynskja Eliesar og hansara monnum hjartaliga til lukku við uppflytingini og vit gleða okkum til aftur at verða í 1.deild við næstbesta liðnum.


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023