Høvdu kjansir til meira enn javnleik

23. august 2018

Í frálíkum veðri tóku okkara menn í kvøld ímóti vinunum av Skála, sum samstundis higartil hava verið argastu kappingarneytarnir um at gerast best av rest.

Uppstillingin var eitt sindur øðrvísi enn vant, nú Marni var fluttur inn á plássið beint aftanfyri áloyparan Aksel, hetta vísti seg at rigga heilt væl, tí Marni vann nógvar duellir og spældi fleiri ferðir skilagott frá sær. Hans Pauli og Pætur mannaðu vengurnar. Mitt á miðjuni hildu Gestur og Arnar til, meðan Rógvi, Petur, Andras og Ragnar mannaðu verjuna, og í málinum byrjaði Rói sjálvandi aftur hesaferð.

Fyrstu 15 minuttirnir vóru javnir og friðarligir, tó at Skála kanska var tættari við ein ordiligan møguleika.

Beint eftir hetta fingu vit fyrsta ordiliga møguleikan, tá ein bóltur kom innfyri, men skotið endað væl omanfyri.

Meira var tó í væntu. Eftir eina rímiliga trýsta støðu spælir Rói heilt har afturi bóltin til Rógva, sum er rættiliga langt úti í vinstru síðu mitt á okkara hálvu. Rógvi gyppar bóltin langt fram, og onkursvegna endar Pætur rættiliga leysur heilt har frammi høgru megin málið. Pætur ger ikki mætari enn at lobba bóltin pent í málið til 1-0!

Hesa løtuna løgdu okkara seg meira og meira á dystin. Fleiri møguleikar vóru og Andras skuldi helst havt skorað, tá hann bleiv púra leysur við eitt hornaspark, men tíverri stóð ein brandgulur á strikuni og bjargaði skallaranum. Lítla løtu seinni var hann líka leysur, men nú var málverjin fyri.

Restina av hálvleikinum leikaði javnt á við møguleikum báðar vegir, hóast spælið var nakað rótut.

Seinni hálvleikur byrjaði sum fyrri endaði. Gypp og nærdystir, men ikki nakað serligt av spæli og møguleikum.

Eftir 10 minuttir av seinna hálvleiki bleiv brádliga heilt vandamikið, men í trimum royndum vóru skálamenn ov óneyvir til at fáa bóltin aftur um Róa.

Okkara menn vóru aftur heilt nær við 2-0, tá Pætur bleiv spældur púra leysur, og dómarin kundi saktans dømt brotsspark eisini, men skotið bleiv meira ein avlevering, og skálamenn ruddaðu burtur.

Tá síðsta korterið nærkaðist bleiv nakað óskipað í verjustøðu, og endin bleiv at ein langur bóltur kom inn fyri úr teirra høgru síðu, sum Jákup Johansen skallaði á Róa og í mál. 1-1.

Tá vanliga leiktíðin er um at vera farin blívur heilt spennandi. Eitt fríspark kemur inn fyri og innkomni Arnbjørn er tætt við bóltin, og fær partvíst fótin á í góðari støðu, men meira blívur tað ikki til. Dysturin endar 1-1, og vit iðra okkum nokk um brendu møguleikarnar fyrr í dystinum. Sostatt anda suðroyingar okkum í nakkan, nú Víkingur er í gongd við eitt kolaps av proportiónum.

Hetta bleiv tað í dag, og næstu dagarnar rópa vit ikki á EB/Streym ímóti Skála, men á EB/Streym Skála!

Saman standa vit sterk!


Seinastu tíðindi

STUÐULSRENNING OG HUGNALØTA
10.09.2018
Høvdu kjansir til meira enn javnleik
23.08.2018
EB/Streymur í steypafinalum
22.08.2018
Taptu greitt í Klaksvík
19.08.2018
Eitt óvanliga lekkurt stig í Gundadali!
13.08.2018