EB/Streymur í steypafinalum

22. august 2018

So er stóra Steypafinalu vikuskifti fyri framman og vit hava 2 lið við í ár. U21 Menn spæla fríggjakvøldið kl.20.00 og EB/Streymur Skála kvinnur spæla leygardagin kl.16.15

Skipa verður fyri upphiting Í Hólmanum á Eiði fríggjakvøldið frá kl.17.30 við andlitsmáling og øðrum. Bussur koyrir til Havnar kl.18.30

Leygardagin verður upphiting við Margáir frá kl.14.00
Høvið verður at heilsa uppá spælararnar áðrenn teir fara til Havnar. Tað verður andlitsmáling, kaffi/te og okkurt afturvið.
Møguleiki verður at keypa sær eina EB/Streym Skála T-shirt kostnaður 100 kr. Bussur koyrir eisini til Havnar leygardagin kl.15.00

Tilmelding til buss er á tlf. 271404 og tað er avmarkað pláss.
Kostnaður fyri bussin er 50 kr.
Seinasta freist at tekna seg til buss er hóskvøldið kl.22.00

Sigið frá um tit ætla við fríggjakvøldið, leygardagin ella báðar dagar


Seinastu tíðindi

Heilsufótbóltur
18.02.2019
Svein Knút til EB/Streym
29.01.2019
Steffan Løkin til EB/Streym
28.01.2019
Jens Michael Jensen leingir
26.01.2019
Aðalfundur 5. februar 2019
22.01.2019