2. deildarliðið er flúgvandi

01. juni 2018
  • Jónstein Magnussen er toppskútti við 14 málum | Mynd: Sigmar Mørkøre

Tað gongur avbera væl hjá Eliesar og hansara monnum í 2.deild. Liðið hevur nú leikt einaferð móti øllum, og hava teir vunnið allar dystirnar. Seinast vunnu teir heili 17-0 á ÍF við Margáir.

Vit hava fingi eitt prát við venjaran Eliesar Olsen har vit spurdu hann um málsetningar og gongdina í kappingini higartil.

Hvør var málsetningurin aðrenn kappingarársbyrjan?

Tað er eingin loyna mllum meg og leikarnir at høvðus málið er at flyta upp. Síðan hava vit nøkur onnur mál, so sum at vit skulla allir blíva 0,5% betri til hvørja venjing. Eisini er eitt mál at tað skulu nakrir leikarir upp á BETRI liði at spæla.

Hvussu ert tú nøgdur við kappingina higartil?

Vit hava spælt 9 dystir og vunni allar, so man kann ikki vera ónøgdur. Eg haldi eisini at nógvir leikarir hava tikið seg nógv fram og eru í stórari menning. Hettar er fantastiskt at síggja.

Ert tú yvurraskaður av góðu gongdini?

Tað eri eg faktiskt ikki, tí eg havi allatíðina sagt við leikarnir at tað eru vit sjálvir sum avgera hvussu gott tað skal ganga okkum. Eg haldi at vit hava so mikið gott lið at vit eiga at liggja í toppinum.

Hvussu sært tú fram til seinni hálvu í kappingini?

Eg síggji ljóst uppá tað, tað er bara sera umráðandi at vit halda fokus til at blíva 0,5% betri til hvørja venjing, so levera tá vikuskiftið kemur. Vit avgerða sjálvir hvat vit vilja hava.

 

Næsti dystur verður í Sørvági leygardagin tá teir næstbestu hjá 07 Vestur taka í móti. Vit ynskja Eliesar og hansara monnum allar bestu eydnu nú liðini fara undir at spæla teir seinastu 9 dystirnar í ár. Vónandi gongst sum ætla og vit verða at síggja í 1.deild aftur komandi ár.


Seinastu tíðindi

STUÐULSRENNING OG HUGNALØTA
10.09.2018
Høvdu kjansir til meira enn javnleik
23.08.2018
EB/Streymur í steypafinalum
22.08.2018
Taptu greitt í Klaksvík
19.08.2018
Eitt óvanliga lekkurt stig í Gundadali!
13.08.2018