Undirhald til síðsta minutt

21. mai 2018
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen

Tað sást á øllum brøgdum, at HB liggur nummar 1 í betri deildini, tá liðini runnu út á vøllin í allar fagrasta fótbóltsveðri í kvøld, 2. hvítusunnudag, klokkan 18: HB-skýlið var hálvfult!

Vit í bygdaskýlinum, sum nú eitur Betri, kundu nokk eisini verið fleiri, men vit fingu øll somul undirhald frá fyrsta bríksli og heilt til endans.

Uppstillingin hjá okkara monnum var tann sama sum í seinastuni, tó at Oddur hevði leikbann, og Petur og Andras sostatt byrjaðu í miðverjuni.

HB hevði koyrt liðskiparan, Jógvan Róa Davidsen á bonkin, og í staðin spældi Dan í Soylu á óvanda plássinum á høgra bakki. Jógvan Rói Davidsen hevur ongantíð verið tann besti í verjustøðu, men eftir øllum brøgdum var hetta nakað Dan í Soylu aldrin hevur roynt fyrr. Pætur hevði allan dystin á tamb, og tá Ari fór út har eisini hann, púra frítt spæl framvið nýggja høgra bakkinum. Hinvegin eydnaðist ongantíð okkara monnum veruliga at skapa ein møguleika úr tí síðuni, men tað hekk mest saman við, at okkara egnu ikki vóru nóg avgjørdir.

Bjarki Danielsen var dómari í dag og kom sum heild sera væl frá uppgávuni, hóast hann hevði eina lina linju og Dan í Soylu helst átti at sent honum takkarskriv fyri ikki at fáa seinna gula kortið fyri áhaldandi brot, sum sandoyingurin mátti taka til, tá hann so ofta kom at standa skeivt fyri á bakkinum.

Gjøgnum dystin var HB betri á nógvum parametrum, sum fótbóltur verður mettur eftir. Jógvan Skeel Nolsøe og Tróndur Jensen vóru eyðsýndir á bóltinum og neyvan hevur nakar leikari vunnið so nógvar luftbóltar í Gundadali í ár sum Brynjar Hlöðversson, ljóshærdi íslendingurin, sum í dag eisini var liðformaður hjá havnarmonnum.

Fyrsta partin av dystinum tóktist Adrian Justinussen at vera í sama góða stima sum síðstu dystirnar, tá hann ferð eftir ferð rann beint fram við Gesti í okkara vinstru síðu. Tá stjørnuskotið hjá havnarmonnum hevði brent ein 100% málmøguleika og skotið eitt fríspark langt framvið, sást hann tó ikki aftur í dystinum.

Hjá okkara monnum sá ongin út til at hava ein øgiliga góðan dag uttan kanska málverjin, sum sá sannførandi út allan dystin.

Hóast HB fekk flestu málmøguleikarnar fyri steðgin, megnaði Hans Pauli ta einu ferðina at spæla Pætur púra leysan, men tíverri fór skotið beint á tvørstongina.

Tað hevði ikki gjørt nakað, um hálvleikssteðgurin var eitt sindur longri. Eitt var, at onki kaffi var eftir í bygdaskýlinum, men verri var, at okkara menn heldur ikki ordiliga vóru til reiðar, tá dysturin varð settur í gongd aftur. Og so tók tað bara tveir lítlar minuttir til Jógvan Skeel Nolsøe, sum annars als ikki hevur spælt bólt síðstu árini, hevði skorað til 1-0.

Ímóti endanum av dystinum kom Arnbjørn inn og Andras varð sendur fram, og hóast okkara menn fingu lagt trýst á HB, so var tað nokk heimaliðið, sum hevði størsta møguleikan hesa løtuna.

Tá vanliga leiktíðin var farin kom skeltið við trimum minuttum fram. Teitur Gestsson í HB málinum mannereraði okkurt vid bóltin og íslendingurin lá á vøllinum og helt sær um høvdið. Frá tí spælið var sett í gongd aftur gekk júst hálvurannar minuttur til dómarin floytaði av, og nú mann hevði goldið fyri 90 minuttir og yvirtíð, umframt at dysturin var stuttligur at hyggja at, so hevði ikki gjørt nakað, um teir veruliga sluppu at spæla síðstu minuttirnar eisini.


Seinastu tíðindi

STUÐULSRENNING OG HUGNALØTA
10.09.2018
Høvdu kjansir til meira enn javnleik
23.08.2018
EB/Streymur í steypafinalum
22.08.2018
Taptu greitt í Klaksvík
19.08.2018
Eitt óvanliga lekkurt stig í Gundadali!
13.08.2018