Hans Pauli við dysti nummar 400

09. mai 2018

33 ára gamli bóltsnillingurin úr Vík spælir í kvøld dyst nummar 400 fyri besta liðið hjá EB/Streymi

Vit leita aftur til 23. mars 2002. Fótbóltskappingarárið stendur fyri durum, og fyri fyrstu ferð í níggju ára longu søguni hjá felagnum skal besta mansliðið royna seg í bestu deildini annað árið á rað.

Henda dagin er tað tó ikki landskappingin, sum verður skotin í gongd, men í staðin bólkaspælið í steypakappingini. Pallurin er søguríki heimavøllurin hjá TB á Sevmýru, har mætir leikarar sum Henrik Thomsen, Ásmund og Trond Nolsøe, Óli Johannesen og aðrir hava fingið sína fótbótlsuppaling.

Gestirnir hjá TB henda dagin eru okkara menn úr Sundalagnum. Millum teir fyrstu 11 á liðnum hjá EB/Streymi henda dagin er ein 17 ára gamal víkamaður. Hans Pauli Samuelsen er navnið, og hetta er fyrstu ferð, at hann roynir seg á besta liðnum hjá EB/Streymi. Hann hevur í nøkur ár verið millum størstu talentini í felagnum, og nú varð mett, at hann var klárur til bestu deildina og sterkari mótstøðu enn tí, hann hevði fingið í yngru deildunum.

Upplivilsi í debutini á Sevmýru kundi verið betri. TB vann dystin 2-1, og Hans Pauli Samuelsen bleiv skiftur út aftaná 68 minuttir. Leggjast kann afturat, at einsamalla málið hjá EB/Streymi henda dagin skoraði Marni Djurhuus, sum tá var 16 ára gamal.

Eftir dystin mundu tað vera fá, sum grunaðu, at ein komandi stjørna í føroyskum fótbólti hevði debuterað hjá EB/Streymi.

Men tað gingu ikki mong ár, so visti alt Fótbóltsføroyar, hvør Hans Pauli Samuelsen var. Saman við leikarum sum Marna Djurhuus, Bárði Olsen, Gert Hansen, Brian Olsen, Arnbjørn Hansen og Leif Niclasen gjørdist Hans Pauli Samuelsen ímyndin av stóru framgongdini hjá EB/Streymi, og hann var eisini ein av lyklaleikarunum í fantastiska kappingarárinum í 2006, tá EB/Streymur misti føroyameistaraheitið á stokkinum.

Hann var eisini millum avgjørdu lyklaleikararnar, tá EB/Streymur vann kappingina um Løgmanssteypið í 2007, og tá felagið vann greipuna í 2008.

Hans Pauli hevur vunnið steypakappingina fýra ferður – hvørja ferð við EB/Streymi – og hann hevur vunnið føroyameistaraheitið fimm ferður – tvær ferðir við EB/Streymi, tvær ferður við Víkingi og eina ferð við B36. Tað er vert at leggja afturat, at Hans Pauli hevur vunnið meistaraheitið seinastu trý árini. Tað í sjálvum sær má metast at vera eitt stórt bragd.

Tá okkara menn í kvøld spældu dyst ímóti AB í Vika á Argjum, spældi Hans Pauli Samuelsen 120 minuttir í sínum dysti nummar 400 fyri besta liðið hjá EB/Streymi.

Vit fara at ynskja Hans Paula Samuelsen hjartaliga tillukku við dysti nummar 400 og vóna, at tað fara at blíva nógv fleiri dystir fyri EB/Streym í framtíðini.


Seinastu tíðindi

Hans Pauli við dysti nummar 400
09.05.2018
Eta tey epli vit sjálvi hava velt
09.05.2018
Leiðin á Tórsvøll førir okkum á Argir
09.05.2018
Trý býtt mál ímóti
07.05.2018
U9 dreingirnir spældu við Margáir í dag
05.05.2018