Eta tey epli vit sjálvi hava velt

09. mai 2018

Nálirnar komu beinanvegin undan og slokkarnir sóu eisini góðir út, tá Pætur fyrst skoraði og Rógvi síðan beint fyri halvleik eisini rættaði skot frá Pæturi av inn í málið, men mótvindurin og frensarnir í veltuni í seinna hálvleiki endaðu við at gera enda á okkara ætlaðu úrtøku. Í brotsparkskappingini var onki eftir, og foldini blivu null.

Tað var annars rættiliga javnt gjøgnum dystin, men tá avgerandi støður vóru í fyrra hálvleiki tóku okkara menn av. Tó var tað næstan ein fyriboðan, tá AB beint eftir málið hjá Rógva fekk eitt gott skot á okkara tvørtræ.

Tað byrjaði nokk at ganga galið beinanvegin í seinna hálvleiki, tá Oddur var farin út, Andras kom inn og hugsavningin var púra burtur, so Tóki á Lofti óvanliga lætt kom í eina góða støðu og minkaði um munin til 1-2.

Tá Arnar fór út við skaða og Rói kom inn í staðin mistu okkara menn veruliga takið á dystinum og 7 minuttir fyri leiklok javnaði AB til 2-2.

Hetta broytti sjálvani alt og í staðin fyri at Fríði kom á vøllin sum ætlað, kom Arnbjørn inn. Hetta hjálpti tíverri ikki heldur.

Í umdystinum bylgjaði aftur og fram, og hóast AB avgjørt virkaði frískari, so høvdu okkara menn eisini sínar møguleikar.

Brotssparkskappingina er best onki at siga um, men tá mann brennir 3 av 4 brotsspørkum, so er sjálvandi torført.

Longu sunnudagin hitta vit aftur AB og klára okkara blásvørtu at halda støðið frá fyrra hálvleiki í dag, so átti væl at borið til at vunnið á AB liðnum, sum tó er blivið frægari gjøgnum árið.

 

Saman standa vit sterk!


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023