Leiðin á Tórsvøll førir okkum á Argir

09. mai 2018

Tað kann tykjast sum ein umvegur, tá mann á leiðini til Tórsvøll fyrst fer í Gundadal og síðan út á Argir, men tað er neyðugt og eisini neyðugt at gera sær ómak, um vit skulu droyma um eina finalu á Tórsvølli 26. august, har EB/Streymur er annað av liðunum.

Tað er ongin orsøk at nevna sjálvfylgiligheitirnar um, at vit plagdu at vera eitt steypalið og at Heðin hevur ført okkum til fleiri steypasigrar fyrr. Tað er nokk heldur ikki neyðugt at umrøða støðuna í Betri deildini, har vit eftir ein triðing eru komin at liggja nøkurlunda mitt í, og kunnu hava rættiliga langt upp til eitt fjórða pláss. Og at tað tí hevði verið snilt at tikið stuttu kósina út í Evropa, har vit í grundini skulu vinna dystin á Argjum í morgin, tí eftir tað kann alt henda.

Tað einasta, sum hevur nakran týdning í hesi løtu er at menn taka seg saman og vaska súra tapið í Suðuroy av sær og vísa at tað er meira drive í EB/Streymi enn í argjamonnum. Síðsta liðini hittust var onki lið nóg gott til at vinna, og tað hevði umframt eitt semifinalupláss verið øgiliga deiligt at sæð, at vit enn hava evnini at avgera dystir.

Hetta er í veruleikanum mest spennandi dysturin higartil í ár. Vit eru á útivølli ímóti einum liði, sum vit halda okkum eiga at vinna á, men sum hevur víst seg frá góðum síðum seinastu dystirnar burtursæð frá síðstu 20 minuttunum í landskappingardystinum ímóti HB farna sunnudag.

Tí vóna vit at vera fjølment og mælsk, tá Petur Reinert á Skansa Arena í Vika á Argjum klokkan 18 í kvøld setur fyrstu fjórðingsfinaluna í kappingini um Løgmanssteypið í gongd, og okkara blásvørtu hava ein møguleika at spæla seg eitt fet nærri Tórsvølli.

 

Saman standa vit sterk


Seinastu tíðindi

STUÐULSRENNING OG HUGNALØTA
10.09.2018
Høvdu kjansir til meira enn javnleik
23.08.2018
EB/Streymur í steypafinalum
22.08.2018
Taptu greitt í Klaksvík
19.08.2018
Eitt óvanliga lekkurt stig í Gundadali!
13.08.2018