Trý býtt mál ímóti

07. mai 2018

Suðuroyingarnir vildu tað helst meira á degnum, men kortini tóktust øll trý málini hjá teimum at vera av slíkum slag, sum okkara menn áttu at vart fyri. Tá nyttar lítið, at okkara fingu tvey mál og vóru millimetrar frá tí triðja.

Tað byrjaði annars fínt við Stórá á Tvøroyri, tá Hans Pauli, sum var við í nógvum allan dystin, sendi eitt hornaspark inn fyri, sum Oddur við fremru stong við fínum skallara umsetti til 0-1.
Suðuroyingar vóru omaná næstu løtuna, og okkara menn brúktu mest orku uppá at sparka burtur. Eftir smáar 20 minuttir endaði ein bóltur í okkara høgru síðu, sum varð sendur væl innfyri. Av onkrari orsøk megnaði Búi Egilsson bæði at koma hægri upp enn Oddur og Andras, og so var støðan brádliga 1-1.
Hetta fekk ikki veruliga okkara menn at vakna og í staðin vann Salmundur Bech ein bólt á miðjum vølli og slapp ótarnaður fram ímóti okkara brotsteigi og skeyt eitt gott skot ímóti okkara máli. Onkursvegna rakk Rói ikki til bóltin og so vóru suðuroyingarnir brádliga á odda.
Í seinna hálvleiki komu okkara menn til nakrar møguleikar og millum annað hevði Hans Pauli eitt skot á innaru síðu av stongini, sum bara var millimetrar frá at fara inn, men í staðin trillaði eftir strikuni, áðrenn málverjin fekk tikið hann upp. Hetta var helst okkara frægasta álop í dystinum.
Tá umleið eitt korter restaði av dystinum fekk Hans Pauli spælt Rógva leysan til at gera eitt innlegg úr vinstru síðu langt inni á suðuroyingahálvuni. Rógvi spældi bóltin væl inn fyri, sum hann ofta hevur gjørt í ár, og Marni fekk høvdið á bóltin, so hann sat.
Næstu minuttirnir var hugsavningin hjá okkara monnum heilt burtur, og knappliga fór vánaligt innlegg gjøgnum allan okkara brotsteig. Búi Egilsson hevði nokk møguleika at skjóta, men fór heldur til baklinjuna hinumegin og legði bóltin inn fyri til Ibrahim Arifovic, sum skallaði bóltin trygt í netið.
Tað hendi í grundini ikki meira í dystinum, og nú hava vit 10 stig fyri fyrsta triðingin. Hetta er bara tvey stig fleiri enn somu tíð í fjør.
Hinvegin eigur tað ikki at vera ein vanlukka at tapa í Suðuroy. Í fjør fingust 7 stig til høldar ímóti suðuroyingum, men í 2015 bleiv tað til 1 stig tilsamans ímóti tveimum ymiskum suðuroyarliðum.
Nú eru tveir dystir á Argjum fyri framman. Fyrst í kappingini um løgmanssteypið og so í Betri deildini. Vónandi eydnast tað at finna góðu taktirnar frá fyrstu dystunum framaftur.

Saman standa vit sterk!


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023