Spennandi sunnudagur í Suðuroy

04. mai 2018

Úr Skáladystinum var so lítið at skriva heim um, at vit lótu bara vera, men helst skal meira vera at siga frá eftir dystin komandi sunnudag ímóti TB/FC Suðuroy/Royn á Tvøroyri.

Suðuroyingarnir buldraðu avstað fyrstu umførini í fjør, men endaði næstan við niðurflyting, um tað ikki var fyri tað, at suðuroyingarnir longu høvdu lagt saman og onki lið tí var at flyta upp í bestu deildina. Tað var bara eitt stig millum 07 Vestur, sum reelt blivu bjargaðir av suðuroyisku samanleggingini, og suðuroyingarnar. Síðan tá eru fleiri góðir leikarar hjá suðuroyingunum fluttir til 07 Vestur, men kortini eru suðuroyingarnir 3 stig framman fyri 07 Vestur, nú næstan ein triðingur er farin av kappingini.

Suðuroyingarnir hava roynt sítt hesi fyrstu umførini, og hava ofta víst gott spæl, har fleiri hava undrast á, at tað ikki er blivið til fleiri stig enn 4. Svarið til manglandi úrtøkuna hongur nokk bæði saman við einum nýggjum venjara við einum heilt øðrvísi spælistíli, men uttan iva eisini, tí størsta stjørnan hjá suðuroyingum higartil í ár er einans 17 ára gamli Stefan Radosavljevic. Búi Egilsson og hansara skjótleiki vóru eyðsýnd í fjør, men kanska passar hann ikki heilt til spælið undir leiðsluni hjá Glenn Ståhl. Hinvegin hevur Salmundur Bech havt nakrar góðar dystir, har vertirnir komandi dyst bæði hava vunnið í kappingini um Løgmanssteypið ímóti KÍ og síðsta dyst fingu 0-0 javnleik ímóti Víkingi og gamla suðuroyarvenjaranum Maurice Ross.

Tað er eisini ein klisjé, at tað altíð er torført at fara til Suðuroyar at spæla, men fasta orðingin stavar uttan iva frá, at tað veruliga er soleiðis.

Hjá okkara bláu hevur tað verið eitt sindur misjavnt við úrslitunum, hóast fleiri góðir dystir hava verið. Orsøkin er uttan iva, at ein veruligur áloypari manglar í hópinum. Men kortini liggja vit í løtuni akkurát har, sum væntað varð undan kappingarbyrjan. Vit kundu bara hugsað okkum eitt sindur meira, og vit mugu heldur ikki gloyma, at vit hesar fyrstu 8 dystirnar hava havt 6 heimadystir. Komandi tríggir dystirnir eru allir á útivølli, og helst skulu vit hava nøkur stig burturúr, nú vit fyrst vitja suðuroyingar og síðan skulu á Argir og so í Gundadal at hitta Havnar Bóltfelag.

Ímillum positivu tingini í seinastuni kunnu vit tó fegnast um, at Petur veruliga er farin at vísa seg sum ein miðverji við yvirskoti, samstundis sum bæði Oddur og Andras hava spælt heilt væl. Spurningurin er næstan, um Andras, sum var millum teir allar bestu alt árið í fjør, klárar at spæla seg inn á liðið undir vanligum umstøðum. Ari er eisini farin at vísa, hví tað gevur meining, at hann er komin norð at spæla, og Marni hevur funnið nakað fram, sum líkist gomlum taktum. Tað er so øgiliga nógv gott at taka fram, og tí hevði tað verið gott, um tað eisini bar til at fáa úrslit burturúr sunnudagin, so vit klára at fylgja við topp 5 liðunum, sum vit vónaðu at gerast ein partur av.

Saman standa vit sterk!


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023