Eitt býtt og dýrt mál

24. apríl 2018
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen

Hóast eina erliga og góða roynd at koma aftur í dystin, bleiv óhepna og býtta málið, sum Jákup B. Andreasen umvegis Marna sendi í málið aftan fyri Róa, avgerandi fyri dystin.

Tað byrjaði javnt í Djúpumýru sunnudagin í fínum fótbóltsveðri, hóast tað var kalt og nakrir dropar vóru av og á. EB/Streymur kom til fleiri møguleikar, og tá 20 minuttir vóru farnir, var støðan so undarlig, at okkara blá/svørtu høvdu havt tríggjar møguleikar og KÍ ongan. Tó var støðan 1-0 til heimaliðið KÍ.

Restina av fyrra hálvleiki og væl inn í seinna hálvleiki vóru okkara menn betri á vøllinum, og vístu frálíkt spæl, har serliga Ari var eyðsýndur í góða spælinum, har tað tó manglaði tað seinasta til uppløgdu møguleikarnar. Marni og Rógvi vístu eisini sera góðan vilja og vunnu okkum nógvar bóltar, og sluppu sær eisini væl av við bóltin.

Tað sást greitt hesa løtuna, at tað hevði verið ein stórur fyrimunur hjá okkum, um ein veruligur áloypari var á vøllinum, og tí er tað keðiligt at síggja tann besta í Føroyum skaddan á bonkinum.

Tá KÍ nakað inn í seinna hálvleik setti Ronnie Møller Iversen og Boris Dosjlak á vøllin styrkti tað eyðsæð um KÍ-liðið, og møguleikar vóru eftir hetta báðar vegir. KÍ hevði onkran stóran møguleika og EB/Streymur eisini okkurt sum líktist.

Ímóti endanum kom Andras inn í álopið og talan bleiv um indianarafótbólt, har bólturin bleiv gyppaður báðar vegir. Okkara menn fingu onkran møguleika, men bólturin vildi ikki inn. Hjá KÍ kom Steinbjørn Olsen, systirsonur landsliðslegenduna Rógva Jacobsen, á vøllin, og við síni fyrstu nerting sendi hann eitt flat skot í málið. Tað er líkamikið, um tapið er eitt ella tvey null, og tíverri avgjørdi málið í 8. minutti í dystin, tá tað kom til stykkis.

Jóhan Hendrik Ellefsen er ein rímiliga ungur dómari, sum í ár hevur fingið alsamt fleiri dystir í bestu deildini. Hann kom stak væl frá uppgávuni at leiða dystin, hóast onkur einstak avgerð helst ikki var heilt røtt. Gott at síggja yngri dómarar, sum kunnu mennast til at blíva minst líka góðir og betri enn teir verandi.

Í morgin er tað steypadystur ímóti Undrinum, og tað er kanska har vit aftur kunnu gera okkum galdandi, nú liðið er nóg gott til at vinna ímóti øllum.

Saman standa vit sterk!


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023