Torførasta uppgávan higartil

20. apríl 2018

Sunnudagin skulu vit niðan á plenuna í Klaksvík, har top-tunaða KÍ-liðið bíðar okkum. Teir eru nummar eitt og sóu út til at fara frá øllum líka til seinasta dyst, har venjarin bleiv burturvístur og tað bara bleiv til eitt stig ímóti skálamonnum, sum av summu hava verið róptir KÍb. Við venjaranum uttanfyri, og einum dysti í skjáttuni, har marginalarnir ikki gingu teirra veg, kann mótstøðuliðið fara báðar vegir. Teir eru eitt sindur særdir, og so er spurningurin bara, um teir spæla deyðir ella veruliga koma við øllum teir eiga.

Møtir KÍ til dystin við røttum hugburði og fær marginalarnar sín veg, so eigur tað at kunna gera næstan tað sama, hvat okkara megna at bjóða, men hinvegin hevur tað verið spennandi og stuttligt til hvønn dyst higartil, og hví skal tað so ikki blíva tað aftur hesaferð.

Dystirnir hjá mótstøðuliðnum hesaferð hava verið ein 0-3 sigur á HB, 0-1 sigrar ímóti NSÍ og Suðuroyingum, sannførandi 3-1 sigur ímóti AB í einasta heimadystinum higartil, eitt 2-3 come back ímóti 07Vestur og seinast 0-0 javnleikur á Skála. Tað er neyvan ofta komið fyri, at eitt lið er komið so væl frá byrjan eftir 5 útidystir, har tað bæði er blivið til sigrar í Gundadali og við Løkin.

Fyrst í hesi øldini vóru nógvir stuttligir dystir ímóti KÍ, har EB/Streymur undarliga ofta stóð eftir sum vinnari. Millum annað er helst størsta steypið, sum EB/Streymur hevur fingið frá einari Norðoyastevnu, har KÍ vóru sannførdir at vinna, men endaðu við at tapa 0-4. Árið eftir var Norðoyastevnusteypið munandi minni. Tað eru eisini ring minni í dystum ímóti KÍ, men tað er ongin orsøk at koma inn á tað her.

Tó er heilt greitt, at EB/Streymur gjøgnum tíðirnar hevur góð hagtøl av Djúpumýru, har serliga stevnu- og summarfestivaldystir hava verið stórar upplivingar. Har ímillum eru til dømis tveir sigrar í steypakappingini ímóti ÍF.

Taka vit nýggjari tíð við umleið hesum liðnum, sum EB/Streymur hevur nú, so vóru báðir dystirnir á Djúpumýru í niðurflytingarárinum 2015 taptir stórt. 0-4 og 1-6, meðan heimadysturin endaði 4-4. Í fjør var mestsum líka ringt, tá fyrri útidysturin varð taptur tepurt 0-1, har KÍ ikki skoraði fyrr enn heilt til endans. Heimadysturin bleiv ein góður 2-1 sigur, har Arnbjørn kom inn í 72. minutti. Beint eftir Arnbjørn kom inn skoraði KÍ, og dysturin sá mestsum taptur út, men 10 minuttir seinni hevði besti áloyparin hjá EB/Streymi nakrantíð skotið tvey mál og vent dystinum. Seinni útidysturin bleiv tó til sorl, tá KÍ vann ikki minni enn 6-0 og Páll Klettskarð fekk 4 mál.

Hóast keðilig hagtøl síðstu árini, so hava okkara menn víst góða styrki higartil í ár, tí ber alt sjálvandi til. Hjá okkara monnum eru Arnbjørn, Hans Pauli og Andras neyvan nóg birgir til at byrja dystin, og Jóhannes er framvegis langtíðarskaddur. Hjá KÍ er venjarin burturvístur, meðan Hákun Edmundsson og Ísak Simonsen heilt vist ikki spæla. Hartil er Jákup B. Andreasen, sum hevur verið skaddur, byrjaður at venja aftur og spældi eisini seinasta hálva tíman í síðstu viku. Men liðið hjá KÍ viknar neyvan nógv, so leingi Jóannes Bjartalíð og allir útlendingarnir eru við.

Drívið á!


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023