Endiliga koppaði tað okkara veg

16. apríl 2018
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen

Var støðan umvend høvdu vit uttan iva verið vónbrotin av ikki at vinna dystin. Helst høvdu vit eisini sjálvi heldur viljað, at málið hjá Arnbjørn og brotsparkið hjá Odduri høvdu verið rætt dømd ímóti HB. Tað hevði eisini komið væl við, um frísparkið ímóti Marna í NSÍ-dystinum í støðuni áðrenn málið hjá teimum gulu varð dømt. Men í dag kunnu vit kortini ikki lata vera við at fegnast um avgerðina hjá dómaranum, tá rangstaddi Andras ikki rakti bóltin, og avleveringin hjá Fríða sostatt fór allan vegin í málið. Vit fingu eitt ikki óuppiborið stig burturúr, hóast Víkingur helst var eitt vet betri á degnum.

 

Dysturin tóktist at vera merktur av, at nógvir dystir hava verið spældir í stutta tíð. Spælið gekk seint allan dystin og verjurnar hjá báðum liðum høvdu góðar møguleikar at koma upp á pláss.

Ari og Gestur tóktust tó eitt sindur birgari enn hinir og settu fleiri ferðir høgru síðu av víkingaverjuni undir trýst. Tað var eisini Gestur, sum hevði størsta EB/Streymsmøguleikan í fyrra hálvleiki, men tíverri rakti hann ikki bóltin heilt so væl, sum hann kundi hugsa sær, tá Rógvi hevði arbeitt honum ein leysan bólt eitt kúfóður av plássi at sparka í.

Í seinna hálvleiki tók Víkingur alt meira yvir, men burtursæð frá einari frísparksroynd vóru teir ljósabláu úr Gøtum og Leirvík ikki veruliga nær við at fáa mál. Tá smáir 10 minuttir vóru eftir gekk tað ikki heilt longur. Lawal leggur ein bólt inn um verjuna, og har kemur 18 ára gamli Magnus Heinason, sum júst er innskiftur til sín fyrsta dyst í betri deildini. Var alt perfekt var hann helst rangstaddur, men Ragnar, sum annars spældi ein fínan dyst, tók ov seint støðu til at lata vera við at fylgja manninum, og soleiðis bleiv Heinason púra leysur við Róa, ið hóast hann royndi ikki fekk hendur á bóltinum, sum ungi víkingurin setti í málið.

Annars er ikki so nógv at siga um dystin í dag. Arnar fekk sín dyst nummar 200 fyri besta liðið hjá EB/Streymi og vit endaðu við at fáa 2 stig burturúr vikuni. Hetta hevur við sær, at stigatalvan er býtt upp í topp fimm og botn fimm eftir tí, sum varð væntað áðrenn kappingina. Næsti dystur er ímóti KÍ í Klaksvík um eina viku, og í tað sæst, at tað ber til at taka stig frá teimum.

Tað týdningarmesta av øllum, um vit hyggja at kappingini higartil, er at tað altíð er vert at fara at hyggja eftir EB/Streymi. Verður tað ikki ein sigur, so er tað í øllum førum nær við hvørja ferð, og tað er neyvan tað flestu áskoðararnir væntaðu undan kappingarbyrjan. Fyri ein góðan ordan skyld kunnu vit eisini nevna, at eftir 6 tey fyrstu umførini eru tað blivin 6 stig til fyrra niðurflytingarplássið, meðan okkara lið um somu tíð í fjør lá aftast við 4 stigum. So jú, støðan gerst alsamt betri.

 

Saman standa vit sterk !


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023