Stuttligari og veikari víkingar á vitjan

15. apríl 2018
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen

Eftir javnleikin hóskvøldið hevði nokk ikki verið so galið við einum lítlum steðgi, men longu í dag koma Víkingar á vitjan. Á pappírinum hava vit nokk ikki eins breiðan hóp, sum onnur av oddaliðunum, men helst er ein orsøk til at hava góðar vónir kortini, tá sera nógvir leikarar manglaðu í byrjanini av kappingini og tað gekk fínt, meðan fleiri leikarar eru tøkir nú, hóast onkur kanska er eitt sindur móður.

Víkingur er uttan iva eitt veikari lið enn teir hava verið síðstu árini. Nógvir av bestu spælarunum eru farnir aðrastaðni at spæla ella eru givnir. Avbjóðingrnar í hesum hava vit sæð í dystinum hjá Víkingi ímóti HB, har tað ikki eydnaðist at verja eina leiðslu og í síðsta dysti ímóti AB, har tíðin veruliga var um at vera runnin, tá Sølvi Vatnhamar bjargaði Víkingi tey trý stigini. Afturímóti hevur Víkingur fingið sær nakrar góðar útlendingar, har ein av teimum einsamallur avgjørdi dystin ímóti B36 fyri tveimum dystum síðan.

Tey flestu av okkum minnast fleiri dystir ímóti Víkingi, men hesar hava oftast verið í steypakappingini, og í grundini hava vit tapt mestsum hvørja ferð. Í landskappingini í fjør eydnaðist at fáa 3 stig burtur úr Víkingi. Fyrsti dysturin varð taptur 5-1, annar dysturin taptur 0-1 og síðsti dysturin vunnin 2-1, men tá vóru víkingar longu, so gott sum, meistarar, so onkur hevur kanska hug at siga, at tann dysturin ikki ordiliga telur.

Í mun til undanfarin ár er Víkingur tó farin at spæla betri fótbólt, og hetta kemur helst eisini óvart á nógv, tá Maurice Ross er venjari hjá ársings víkingum, og í fjør bleiv kendur fyri at fáa suðringarnar at gyppa og rópa kríggj við góðum úrslitum.

Tá dysturin ímóti Víkingi í dag er byrjaður eru vit komin í helvt við sera torføru 4 dystirnar, sum vit eru í gongd við nú. Teir fyrru ímóti HB og NSÍ hava givið 1 stig, hóast tað við betri marginalum saktans kundu verið 4 ella 6 stig. Tí vóna vit líka gott spæl og eitt sindur meira av marginalum, so átti at borið til at fingið okkurt stigið aftur í dag.

 

Saman standa vit sterk!


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023