Enn eitt stig á heimavølli

13. apríl 2018
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sigmar Mørkøre

Sjálvútnevndu Føroyameistararnir úr Runavík fingu ein dyggan framman á í dystinum í gjár, og tað var bara teirra hepni, sum gjørdi, at tað ikki bleiv ein sigur til okkara menn.

Tað var annars ikki tað, sum væntað varð undan dystinum. Veddingarfyritøkurnar høvdur NSÍ sum stórfavoritt, og lítil tiltrúgv var til okkara menn. Men Rógvi og teir flestu aðrir av okkara blásvørtu høvdu ikki fingið hetta við.

Tað sást beinanvegin, at Arnbjørn byrjaði inni. Vanliga offensivu verjuleikararnir hjá NSÍ hildu seg afturi av bangilsi fyri besta álopsleikara í Føroyum, tá hann spælir. Vit byrjaðu eisini betri, áðrenn NSÍ fekk meira tak á dystinum. Hóast okkara ikki høvdu bóltin so nógv, so riggaði heilt væl at demma fyri stórum møguleikum til NSÍ. Serliga Pól Jóhannus Justinussen og Fróði Benjaminsen sóu út til at hava torført við at skapa nakað og royna nakað sjálvir, og tí var uppgávan at verja fyri úti í síðunum.

Okkara menn vóru grammir, neyvir og ósmædnir, tá tað snúði seg um mótálop, og serliga Rógvi skaraði framúr á miðvøllinum hjá okkum, har hann bæði var fremstur og aftastur í nógvum førum. Tað er veruliga at undrast yvir, at Rógvi ikki varð settur á vikuliðið hjá ítróttarmiðlunum hesaferð.

Góða arbeiði hjá okkara monnum gav úrslit eftir 40 minuttir, tá Rógvi skeyt eitt frálíkt skot í málið aftanfyri Tórð Thomsen, sum tó fekk eina lítla hond á, áðrenn bólturin sang í málmeskunum.

Eftir eina løtu í seinna hálvleiki varð Arnbjørn liðugur fyri dagin, og hetta sást aftur á vøllinum, har verjan hjá NSÍ fekk eitt sindur betri sjálvsálit og kom longri fram á vøllin. Ari kom inn fyri Arnbjørn og hann gjørdi sum heilt eitt gott arbeiði, hóast tað altíð er eitt sindur keðiligt at síggja ein spælara stilla seg at hyggja, um ein leikari fer fram við honum. Tað var tíverri nøkurlunda hetta, sum hendi, tá Árni Frederiksberg, sum higartil í ár hevur verið fremsta vápnið hjá NSÍ, sneiddi hann av og smekkaði bóltin í málið handan Róa, sum annars hevur verið akkurát so góður, sum tað yvirhøvur ber til at vóna, av einum so ungum málverja.

Okkara menn hildu tó á við sama góða arbeiði, og tað var sera spennandi í Hólmanum hesa løtuna í gjárkvøldið. Tá lítil løta var eftir kom málið, sum helst átti at verið tað, ið avgjørdi dystin. Eftir innlegg endaði bólturin á høvdinum hjá Pætur, sum legði okkara á odda til 2-1.

Ólukkutíð megnaði NSÍ at svara aftur, og tað hevði ikki verið heilt skeivt, um Marni fekk eitt fríspark á miðjuni, áðrenn støðan kom, sum skapti málið til 2-2. Ein misskiljing í verjuni hjá okkum var nokk orsøkin til, at Øssur yvirhøvur kom fram til bóltin.

Tað mundi og kundi hent alt møguligt langt inni í yvirtíðini, har Oddur brádliga gjørdist púra leysur eftir eitt fríspark langt afturi á vøllinum, men ólukkutíð í hasari støðuni, er Oddur ein betri verjuleikari enn álopsleikari, og fekk ikki ordiligt skot á. So hóast bólturin fór aftur um Tórð Thomsen, fekk NSÍ ruddað bóltin burtur frá málstrikuni.

Tað var sjálvandi eitt vónbrot hasa løtuna at fáa 2 stig minni enn tað saktans kundi verið, men tað er nú ikki so galið at fáa 2-2 ímóti NSÍ, tá marginalarnir aftur í kvøld vóru ímóti EB/Streymi.

Saman standa vit sterk!


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023