Sterkt lið á vitjan hóskvøldið

11. apríl 2018
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen

Stutt er millum dystirnar í hesum døgum, og eftir góðu byrjanina ímóti liðum í sama prísklassa sum okkara, gjørdust HB og marginalarnir annars ein ov stórur biti hjá okkara monnum sunnudagin. Uppgávan hóskvøldið klokkan 19 verður uttan iva tyngsta uppgávan higartil í ár. Árni Fredriksberg og hinir hjá NSÍ hava verið flúgvandi, og hava vunnið allar dystirnar sannførandi, um vit ikki taka dystin ímóti oddaliðnum KÍ við.

Tann dysturin varð spældur í nógvum vindi og fyri tað mesta gyppaðu bæði liðini, hóast málið hjá KÍ var óføra gott. Vit kunnu ikki vænta nakað serligt av vindi hósdagin, og til dystin sunnudagin vísti tað seg heilt greitt at vera ein fyrimunur fyri okkara menn, at vindurin minkaði.

Annars ber kanska á onkran hátt at samanbera okkara lið við KÍ við stórum og tungum miðverjum, bakkum við verjukendum uppgávum, miðvølli við hartarbeiðandi leikarum, kvikum veingjum og einum sterkum áloypara, um tað altso liggur fyri hjá Arnbjørn at spæla. Tó eru okkara neyvan eins tryggir á bóltinum sum KÍ, men tað er nokk onki at ivast í, at skal NSÍ hóttast, so er við at flyta bóltin skótt frameftir, tá teir gulu ikki ordiliga eru í javnvág. Kanska ber enntá til at finna pláss aftanfyri álopskendu bakkarnar hjá NSÍ.

Ein annar møguleiki er sjálvandi at royna at mynda dystin, tí NSÍ hevur ikki ordiliga roynt seg ímóti einum liðið, ið roynir tað. Men neyvan er tað EB/Streymur, sum liggur fyrst fyri at gera tað eksperimentið.

Við nærlagni eigur at bera til at halda NSÍ frá stórum møguleikum, men í síðsta dysti hjá NSÍ, sum var ímóti 07 Vestur, hótti NSÍ nærmast í samband við hvønn einasta deyðbólt. Tað endaði eisini við, at Árni Fredriksberg skoraði beinleiðis upp á horna. At standa ímóti deyðbóltunum og ikki at gera nakað býtt inni í brotsteiginum verður helst avgerandi í komandi dystinum.

Fara vit í hagtølini, so fekst 1 stig burtur úr teimum trimum dystunum ímóti NSÍ í fjør. Tað kom við dugnaskapi og hepni í fyrsta umfari. Mittasta dystin vann NSÍ sannførandi, meðan síðsti dysturin líka væl kundi koppað okkara veg, tá okkara vóru á odda 2-0, beint áðrenn farið var til hálvleiks.

Hópurin hjá okkum sær umleið líka út sum sunnudagin, har tað mesta er stabilt, Hans Pauli og Arnbjørn er líka ivasamir sum vanligt og Jóhannes er langtíðarskaddur.

Tað hevði avgjørt komið væl við at fingið okkurt burtur úr dystinum hóskvøldið, tí hetta er tann fyrsti av trimum dystum, har okkara menn hitta NSÍ, KÍ og Víking, har tað kann gerast torført at vinna stig og enntá kann blíva eitt sindur ljótt, um rætti hugburðurin ikki er til staðar alla tíðina. Hinvegin er tað stuttliga við EB/Streymi, at tað altíð kann henda okkurt óvæntað, tá eitt lið, sum á pappírinum er betri, kemur á vitjan.

Saman standa vit sterk!


Seinastu tíðindi

Tá mann er Italia ímóti Føroyum
26.04.2018
Eitt býtt og dýrt mál
24.04.2018
Torførasta uppgávan higartil
20.04.2018
Endiliga koppaði tað okkara veg
16.04.2018
Stuttligari og veikari víkingar á vitjan
15.04.2018