Tað var ikki bara dómarin

08. apríl 2018
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen

Tað er lítið at ivast í, at okkara menn eftir flestu parametrum vóru verri enn HB gjøgnum dystin - men tá tveir leikarar uttan bólt renna saman og brotsspark verður dømt, og tað ikki er brotsspark í hinum endanum, tá ein reyður hoppar upp á ryggin hjá einum bláum, samstundis sum eitt ivasamt offside verður dømt - so er kenslan kortini, at í dag høvdu vit uppiborið betri.

Tað var eitt heilt fitt lot í Hólmanum í dag, og helst hevur tað havt sína ávirkan á spælið í fyrra hálvleiki, har okkara bláu tóktust hava sera torført við at fáa spælið at koyra, samstundis sum HB heldur ikki kom til veruligar møguleika. Risastóri John Frederiksen spældi fremsti maður hjá HB, og hann sá nokk út av meira enn hann var. Verjan við Ragnari, Odduri, Peturi og Gesti vann flestu luftbóltarnar, og tá John Frederiksen endiliga bleiv leysur og fekk størsta møguleikan í fyrra hálvleiki, fór bólturin langt upp um. Tíbetur fyri okkum.

Spælið hjá okkum var annars onki at reypa av. Arnar, Marni og Rógvi royndu at berjast á miðjuni, men gjørdust ofta ov seinir at fanga kviku HBararnar. Tað sást til dømis fleiri ferðir, at tað er ein orsøk til, at Teit Jacobsen hevur sáttmála uttanlands.

Tað var hugaligt at síggja, at Ari endiliga er liðugur við sítt leikbann, og hann royndi sítt sum fremsti maður, hóast tað vóru torførar arbeiðsumstøður. Tað sama gjørdi seg galdandi fyri Pætur og Leif, har serliga Pætur ikki var líka eyðsýndur sum hann hevur verið hinar dystirnar. Leif sást tó heldur ikki nakað serligt til, og tað hekk helst alt saman við, at HB stýrdi tí mesta, sum fór fram.

Eitt sindur inn í seinna hálvleik dømir dómarin brotsspark til HB. Tað er púra greitt, at onkur kontakt er millum Oddur og Dan í Soylu, sum fær brotssparkið, men heldur ikki eftir at hava sæð støðuna fleiri ferðir, ber veruliga til at siga, um tað er Oddur sum tekur beinið undan Dan, ella tað er Dan, sum letur beinið hanga. Bólturin er í øllum førum langt síðan farin, áðrenn HBarin dettur.

Eftir málið byrjar at síggja frægari út hjá okkara monnum, og tá Arnbjørn kemur á vøllin ímóti endanum blívur alt aftur púra opið. Í fyrstu royndini vinnur Arnbjørn bóltin eftir ein deyðbólt, men meira spyrst ikki burturúr. Í aðru royndini hendir meira. Rógvi leggur eina frálíka avlevering inn um verjuna, eins og hann hevur gjørt fleiri ferðir fyrr í ár. Arnbjørn hevur runnið seg púra leysan, og setir bóltin í netið. 1-1 hildu vit øll, men linjuverjin nærmast húsinum var ósamdur, og so var tað líkasum tað.

Løtu seinni er innkast í høgru síðu, sum Petur kastar til Oddur. Ein HB leikari hoppar upp á ryggin hjá Odduri, sum tí ikki fær tamarhald á bóltinum og dettur framav. Tey flestu væntaðu at hoyra okkurt úr floytuni hjá dómaranum, sum neyvan sá støðuna, tá onki hoyrdist.

Tað sigur í veruleikanum rættiliga nógv um dystin, at fleiri HB-viðhaldsfólk eftir leiklok tosaðu um, at nú var útjavnað við dómaraavgerðum við tilsipan til málið hjá Arnbjørn við Margáir í fjør, har bólturin kanska ikki var inni í málinum.

Tað nyttar ikki at gráta yvir stoytta mjólk og at grenja um dómarar, og ein torførur dystur er longu aftur hósdagin. Tá koma tá runavíkingar, sum eru annað av liðunum frammanfyri okkum, á vitjan. So tað er bara at fyrireika seg til tann dystin.

 

Saman standa vit sterk.


Seinastu tíðindi

EB/Streymur vann 2. deild
30.09.2018
STUÐULSRENNING OG HUGNALØTA
10.09.2018
Høvdu kjansir til meira enn javnleik
23.08.2018
EB/Streymur í steypafinalum
22.08.2018
Taptu greitt í Klaksvík
19.08.2018