Taka ímóti HB mestsum fulmannaðir

08. apríl 2018
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen

Hóast tað hevur gingið væl higartil í ár, so hevur manningin verið nakað skerd teir fyrstu dystirnar. Á Dungasandi mánadagin byrjaði Marni á vøllinum og bæði Hans Pauli og Arnbjørn komu á vøllin, og sunnudagin hevur Ari ikki longur leikbann. Sostatt eru flestu leikararnir endiliga tøkir. Jóhannes er tó framvegis langtíðarskaddur og Andras er enn ivasamur, men sum heild hevur Heðin ikki nakrantíð í ár havt so nógvar leikarar at velja í.

So er spurningurin, um tøku leikararnir fara at betra um møguleikarnar hjá okkara liði ímóti HB. HB hevur havt ein ójavna byrjan, har teir fyrst vórðu avbukaðir av KÍ á heimavølli, fingu ein góðan sigur, tá Víkingur vitjaði og ein sera hepnan javnleik, tá teir hittu B36 á útivølli, sum eisini er á heimavølli.

Hetta er sostatt fyrstu dystur hjá HB í ár, sum ikki er í Gundadali, og tað er kanska okkurt, sum kann vendast til okkara fyrimun.

Hinvegin er ógjørligt at vita, hvør uppskriftin hjá HB verður til dagsins dyst í Hólmanum. Men tað er greitt, at tveir av okkara bestu leikarum í seinnu hálvu í fjør, Dan í Soylu hevur spælt flestu minuttirnar higartil í ár, meðan Ari Olsen nóg illa er sloppin á liðið. Tó hevur ein skaði helst verið ein partur av orsøkini til, at Ari ikki hevur spælt meira.

Ein íslendsku verjuleikari er eisini komin afturat til HB liðið, og hann er bæði stórur og sterkur, men samstundis gjørdi hann eisini eitt klossut brotspark ímóti B36. Í longdini verður tað uttan iva ein styrkur hjá HB at hava fleiri miðverjar enn bara Bartal Wardum.

Fyrstu nógvu árini gekk ofta illa hjá EB/Streymi at spæla ímóti HB, men í fjør blivu allir tríggir dystirnir til sigrar til okkara menn. 1-0, 2-1 og 3-2 blivu úrslitini tá, so vónirnar eru ikki heilt ringar. Kanska hanga góðu úrslitini saman við, at HB framvegis dámar sær væl at halda bóltin á sínum liði, men seinastu árini ikki hava verið nóg tryggir til at gera tað. Vit sóu í øllum førum ímóti 07 Vestur, hvussu effektivt press frá Rógva og Pætur kann vera, tá verjuleikarar og málmenn halda seg vera betri bóltleikarar enn teir eru.

Vit gleða okkum í øllum førum til dagsins dyst. 10 stig eftir 4 umfør hevði í øllum førum verið óhoyrt!

 

Drívið á!


Seinastu tíðindi

Oddur er nýggjur formaður
29.11.2018
Aðalfundur 29. november 2018
15.11.2018
Eliesar verður høvuðsungdómsvenjari
07.11.2018
Tummas Erling Djurhuus verður hjálparvenjari
04.11.2018
Jákup Martin nýggjur høvuðsvenjari
28.10.2018