EB/Streymur

Unglingar vunnu hendingaríkan dyst

Tað var ikki meira enn akkurát, at U18 dreingirnir hjá okkum vunnu á NSÍ, tí vit brendu eitt brotsspark og gjørdu 2 sjálvmál.

Mánakvøldið spældu U18-dreingirnir hjá EB/Streymi í Runavík móti NSÍ.

Dysturin endaði við 4-3 sigri til okkum, men tað var eftir stak rokutan dyst, har vit bæði brendu brotsspark, fingu brotsspark móti okkum og gjørdu tvey sjálvmál.

Dysturin byrjaði annars væl hjá okkum.

Tá 14 minuttir vóru leiktir, legði Símun Petur Poulsen EB/Streym á odda 1-0. Vit komu fram um 2-0, tá 23 minuttir vóru leiktir, hesa ferð við máli hjá Jóhannes Hansen, og tíggju minuttir seinni skoraði Jóhan Abrahamsen til hálvleiksstøðuna 3-0 til EB/Streym.

Seinni hálvleikur gjørdist meira rótutur hjá okkum. Í 51. minutti var Símun Petur Poulsen so óheppin at seta bóltin í egið net, og tá vit í minuttinum eftir fingu brotsspark, so brendi Allan Hansen hetta.

Upp aftur ein minutt seinni - tá 53 minuttir vóru leiktir, komu vit á odda 4-1 við máli, sum Teitur K. Johansen stóð fyri.

Í sama minutti fekk Símun Petur Poulsen gult kort. Hjá U18 merkir eitt gult kort, at viðkomandi skal av vøllinum í 10 minuttir, so vit komu í undirtal.

Tá 67 minuttir vóru leiktir, fekk Gestur B. Dam gult kort, og tveir minuttir seinni minkaði Svein Justinussen um munin fyri NSÍ.

Í 69. minutti fekk Teitur K. Johansen gult kort, og tveir minuttir seinni var tað Oddur Højgaard hjá NSÍ, sum sá gult.

Tá 76 minuttir vóru leiktir gjørdu vit aftur sjálvmál, hesa ferð var tað Andras Olsen, ið stóð fyri óhepna avrikinum.

Eftir 82 minuttir fekk Petur Zachariassen gult kort, og tveir minuttir seinni fingu vit gyltan møguleika at avgerða dystin, tá brotsspark varð dømt til okkara. Men Gestur B. Dam misnýtti brotssparikið.

Tíbetur hendi onki meira í dystinum, uttan at Poul Magnus Petersen hjá NSÍ fekk gult kort, tá 90 minuttir vóru leitir, so vit fóru av vøllinum við 4-3 sigri.

NSÍ - EB/Streymur 3-4 (0-3):

14: 0-1 Símun Petur Poulsen

23: 0-2 Jóhannes Hansen

33: 0-3 Jóhan Abrahamsen

51: 1-3 Símun Petur Poulsen - sjálvmál

53: 1-4 Teitur K. Johansen

69: 2-4 Svein Justinussen

76: 3-4 Andras Olsen - sjálvmál

Gul kort: Símun Petur Poulsen, EB/Streymur (53), Gestur B. Dam, EB/Streymur (67), Teitur K. Johansen, EB/Streymur (69), Oddur Højgaard, NSÍ (71), Petur Zachariassen, EB/Streymur (82), Poul Magnus Petersen, NSÍ (90).

EB/Streymur: Hallgrím G. Hansen, Marnar Poulsen, Jóhan Abrahamsen, Allan Midjord, Hendrik á Fríðriksmørk, Petur Zachariassen, Símun Petur Poulsen, Allan J. Hansen, Gestur B. Dam, Andras Olsen, Jóhannes Hansen. Innskiftir: Kristian Martin Juul, Tummas Eli Ellingsgaard, Teitur K. Johansen, Áki Olsen.

Forritað hevur Menning.fo

Top Desktop version